44. Big-Bang ástøðið um menningina í alheiminum
Altjóða stjørnufrøðiár 2009
Greinarøð hjá Pól Jespersen.
Big-Bang er frægasta ástøðiliga grundarlagið, sum granskarar hava at skilja menningina í alheiminum seinastu 13,7 mia ár. Alla hesa tíð er heimurin kólnaður og hevur víðkað seg út, og tað ger hann enn. Ástøðið hevur undirtøku millum granskarar, tí nógvar eygleiðingar tala fyri tí. Enn eru tó óloystir spurningar, sum vísindini áhaldandi fáast við at loysa bæði við rúmdarkanningum og royndum í atomheiminum.