47. Okkara heimsmynd
Altjóða stjørnufrøðiár 2009
Greinarøð hjá Pól Jespersen.
Í hesum seinasta stjørnufrøðiteiginum verður okkara heimsmynd leysliga strikað upp. Vit billa okkum inn, at vit eru komin sannleikanum um rúmdina nakað væl nærri enn okkara fjaru forfedrar. Vónandi fer okkara heimsmynd ikki at tykjast óføddum ættum líka margháttlig, sum mangar av teimum gomlu heimsmyndunum tykjast okkum at vera.