SNAR.fo

Gróður og veðurlag

Bogi Hansen, Professari í havfrøði. Fiskirannsóknarstovan
(30-05-2007)

Gróðurin av plantuæti er grundarlagið undir øllum øðrum lívi í sjónum og hevur avgerandi týdning fyri fiskastovnarnar á Landgrunninum; men hví er so stórur munur í gróðri frá einum ári til annað? Enn vita vit ikki tað endaliga svarið; men alt bendir á, at tað er ymiskt veðurlag, sum er atvoldin. Vindurin kann møguliga gera sítt; men tað mest avgerandi tykist vera vetrarkuldin í luftini. Tey árini, tá teir fyrstu mánaðirnir av árinum eru kaldir, tykjast geva bestan gróður og best livilíkindi hjá fiski á Landgrunninum.
 
  •  
  • Minka skrift
  • Vaksa skrift
  • Yvirlit
  • Upplestur
  • Prenta
  •  
  • RSS hald
  •  
 
  • Nám
  • Hoyvíksvegi 72
  • tel. 755150
  • fax. 755160
  • snar@snar.fo