SNAR.fo

Hvat er sunnanfyri Suðurpólin?

Sólfinn Hansen, PhD-stipendiatur á Føroyamálsdeildini á
Fróðskaparsetri Føroya

Størsti parturin av íbúgvunum í heiminum hava eina fatan um heimsins og jarðarinnar uppruna, sum tekur støði í teirra mentan og/ella átrúnaði. Náttúruvísindini hava hinvegin leingi roynt at frágreiða heimsins uppruna leyst frá mentanum og átrúnaðum. Í fyrilestrinum er ætlanin at koma inn á hesar munir og at lýsa ymiskar uppfatanir av alduri jarðarinnar og alheimsins ígjøgnum søguna. Nortið skal vera við munir ímillum náttúruvísindini og hugvísindini á hesum øki við støði í tulkingarfrøðini (hermeneutikkini), og mett skal vera um tann týdning, spurningurin um jarðarinnar og alheimsins uppruna hava havt fyri vísindagreinarnar.
 
  •  
  • Minka skrift
  • Vaksa skrift
  • Yvirlit
  • Upplestur
  • Prenta
  •  
  • RSS hald
  •  
 
  • Nám
  • Hoyvíksvegi 72
  • tel. 755150
  • fax. 755160
  • snar@snar.fo