Søga í tvístøðu – um frásagnir sum søguligar keldur
Sólfinn Hansen, Ph.D. lesandi. Fróðskaparsetur Føroya (12-09-2007)
Fram til síðsta fjórðing av 19. øld var heilt vanligt at nýta
frásagnir og skaldskap sum søguligar keldur. Við naturalismuni og seinni positivismuni íkom ein hugur at síggja søguna sum samfelagsvísindi, har tað, ið kundi mátast og vigast, fekk framíhjárætt. Í fyrilestrinum er ætlanin at greiða frá hesum spurningi við dømi úr føroyskum skaldskapi, bæði munnbornum og skriftfestum, og metast skal um, í hvønn mun hesin partur av naturalistiska sjónarmiðnum ger seg galdandi.