• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Útgávur

4 ævintýr

úr Sagnum og ævintýrum

4 ævintýr
Útgávuár: 2004
Bókasavnstal: 97.334
ISBN: 978-99918-0-331-9

4 ævintýr er fyrsta bláa snípubók yvirhøvur, ætlað næmingum í 3. - 5. flokki. Ævintýrini eru úr Sagnum og ævintýrum eftir Jakob Jakobsen, doktara (1864-1918).

Lydia Didriksen, lærari, hevur lagað tekstin til lesinámsfrøðiliga. Tað ger ævintýrini løtt at lesa hjá næmingunumm. Hon hevur eisini skrivað stutta frágreiðing um Dr. Jakobsen, lív og verk hansara, umframt arbeiðsuppgávur og hugskot, ið eru prentað aftast í bókini. Tey fýra úrvaldu ævintýrini í hesari bókini eru: Vakurleikin og beistið, Kongaríkið Verðsins Endi, Teir sjey svanirnir og Drongurin, ið fekk kongadóttrina aftur frá sjótrøllinum.

Ævintýrini eru úr Sagnum og ævintýrum eftir Jakob Jakobsen, doktara (1864-1918). Hann ferðaðist um landið í 1890-árunum, granskaði og skrivaði upp eftir munnligari frásøgn. Á 1901 gav hann alt tilfarið, hann hevði savnað, út í fýra heftum, sum vit í dag nevna Sagnir og ævintýr.

Tey fýra úrvaldu ævintýrini í hesari bókini eru: Vakurleikin og beistið, Kongaríkið Verðsins Endi, Teir sjey svanirnir og Drongurin, ið fekk kongadóttrina aftur frá sjótrøllinum. Sum ævintýr yvirhøvur hava tey ymisk eyðkenni, ið vanliga koma fyri í hesum serliga tekstaslagnum. Vit hitta døtur og synir, trøll á sjógvi og landi, gand og broyting, svik og avdúkan, prinsar og prinsessur, illa sjúkmóður og góðvarnan faðir, horvna kongsdóttur, skógarmenn sum ráðgevar, fuglar sum hjálparar, svørð sum amboð, kelling, yngsta býttlingin - og so framvegis.


Hanni Bjartalíð, listamaður, hevur myndprýtt bókina við sínum sermerktu svart/hvítu tekningum.


4 ævintýr er blá snípubók við tveimum fjaðrum. Snípurøðin er eitt samstarv millum Føroya Skúlabókagrunn og Bókadeild Føroya Lærarafelags, har bøkur ætlaðar til lesivenjingar verða flokkaðar eftir torleikastigi. Tær gulu snípurnar eru ætlaðar 1. – 3. flokki, tær bláu snípurnar 4. – 6. flokki og tær vínreyðu snípurnar 7. flokki og eldri. Á hvørjum liti eru trý torleikastig:

1 fjøður er løtt bók

2 fjaðrar er miðal torfør bók

3 fjaðrar er torfør bók

Gular snípur eru eisini komnar út sum ljóðbøkur.

 

 

Bókarøð: Annað
Rithøvundar
  • » Jakob Jakobsen
Tilfar:
  • » Bók

Bókaheild

Fjørið mítt
Fjørið mítt

Á arbeiðsheftinum eru uppskot um, hvussu arbeiðast kann við ævintýrum í skúlanum. Harumframt eru eitt norskt o...

Alibaba
Alibaba

Ein dagin Alibaba arbeiddi í skóginum, sá hann 40 ránsmenn steðga við ein steyrrættan hamara og rópa: - Sesam,...

Fjørið mítt
Fjørið mítt

Á bókini verður í drúgvum inngangi roynt at lýsa gomlu føroysku ævintýrini sum part av ævintýrum yvirhøvur og ...

Havfrúgv og Nykur
Havfrúgv og Nykur

Í hesum bóklingi eru tvær sagnir. Onnur um hvussu havfrúgv er vorðin, og hin um hvussu nykur er vorðin. Bóklin...

Knávi
Knávi

Súsan í Jákupsstovu hevur myndskrýtt søgnina um hin tiltikna gandakallin í Suðuroy, Knáva. Mynd er á hvørjari ...

Titel:

Hvor står hvad i bogen?

 

Undertitel:

Om betydningen af informationernes placering i bogen

 

Resume:

Biblioteksstyrelsen har det overordnede ansvar for de bibliografiske standarder på biblioteksområdet. En revideret udgave af Katalogiseringsregler og bibliografisk standard for danske biblioteker og danMARC2-formatet er udkommet i juni 1998. Det fremhæves udtrykkeligt flere steder i katalogiseringsreglerne, at forlagets præsentation af oplysningerne lægges til grund for registreringen. Derfor ønsker Biblioteksstyrelsen at gøre forlagsverdenen og den øvrige bogbranche opmærksom på disse regler, som rummer bestemmelser, der er afgørende for, hvilke elementer der medtages i Dansk bogfortegnelse og dermed i Bogmarkedet og i bibliotekernes kataloger. Vejledningen omfatter bøger. De sidste sider handler om elektroniske bøger. Biblioteksstyrelsen har også udarbejdet en vejledning i Udformning af tidsskrifttitler.

 

Udgiver:

Biblioteksstyrelsen

 

Ansvarlig institution:

Biblioteksstyrelsen

 

Forfatter:

Lise Hermann

 

Sprog:

Dansk

 

URL:

www.bs.dk/publikationer/pjecer/10/index.htm

 

ISBN nr:

87-89147-86-3

 

Digital ISBN nr:

87-89147-87-1

 

Versionsdato:

06-08-1998

 

Dataformater:

html,htm,jpg,gif,pdf,css,js,doc

 

Udgiverkategori:

statslig

 

Emneord:

Bibliografiske standarder, Katalogiseringsregler, danMARC2, Dansk bogfortegnelse, Bogmarkedet, Nationalbibliografien

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2014