• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Útgávur

Alisfrøði og evnafrøði 1 - Arbeiðsbók

Alisfrøði og evnafrøði 1 - Arbeiðsbók
Útgávuár: 2002
ISBN: 978-99918-0-314-2

Nýggj lærubókarøð við arbeiðsbók og lærarabók til lærugreinina alisfrøði og evnafrøði í 7. flokki. Pól Jespersen, studentaskúlalærari, hevur týtt og tillagað til føroysk viðurskifti úr bókarøðini »Ny fysik/kemi«, ið danska forlagið Gyldendal hevur givið út. Arbeiðsbókina hevur Janus Dam Guttesen myndprýtt, við góðum og frágreiðandi tekningum til hvørja arbeiðsuppgávu. Á arbeiðsbókini eru 17 venjingar við ymsum næmingaroyndum. Harumframt eru uppgávur, sum næmingarnir kunnu arbeiða við heima. Aftast í lærarabókini eru nakrar smáar uppgávur, ið lærarin kann fjølrita til næmingarnar. Har eru eisini støðuroyndir, har sum næmingarnir sjálvir skulu orða hóskandi uppgávusvar.

Námsfrøðiligur stuðulsbólkur við Harriet Hansen, Selmar Jacobsen og Jacob Thomsen hevur viðgjørt handritið. Lagt verður upp til, at næmingarnir skulu nýta sítt íborna forvitni at undrast á tað, sum eygað sær. Bókarøðin byggir víðari á innihaldið í lærugreinini náttúru og tøkni í 4., 5. og 6. flokki. Har eru næmingarnir vanir at eygleiða náttúrufyribrigdi, undrast á og spyrja, og síðani finna svarini. Nógvu royndirnar og uppgávurnar eru ætlaðar at lætta um innlæringina. Felagsroyndir, ið lærarin vísir flokkin, eru nevndar í næmingabókini.

Bókarøð: Arbeiðsbók
Rithøvundar
  • » Ejvind Flensted-Jensen
  • » Poul Hanghøj
  • » Henning Henriksen
  • » Poul Thomsen
Tilfar:
  • » Einnýtisbók
Alisfrøði og evnafrøði 1 - Næmingabók
Alisfrøði og evnafrøði 1 - Næmingabók

Nýggj lærubók við arbeiðsbók og lærarabók til lærugreinina alisfrøði og evnafrøði í 7. flokki. Pól Jespersen, ...

Alisfrøði og evnafrøði 1 - Lærarabók
Alisfrøði og evnafrøði 1 - Lærarabók

Nýggj lærubókarøð við arbeiðsbók og lærarabók til lærugreinina alisfrøði og evnafrøði í 7. flokki. Pól Jespers...

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2018