• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Útgávur

Alisfrøði og evnafrøði 2 - Lærarabók

Alisfrøði og evnafrøði 2 - Lærarabók
Útgávuár: 2003
ISBN: 978-99918-0-345-6

Í lærarabókini eru nøkur orð um hvønn kapittulin í grundbókini. Hetta kunnu vera hentar ávísingar viðvíkjandi royndunum, ella at ávíst evni er gjølligari viðgjørt. Harumframt eru undir heitinum Tippa 12 røtt smáar uppgávur og støðuroyndir til læraran at fjølrita. Aftast í lærarabókini eru eisini nakrar støðuroyndir at fjølrita. Her er ætlanin at næmingarnir skulu vera virknari. Teir kunnu her velja ímillum uppgávusvør, ella teir skulu orða tey sjálvir. Her er høvi at eggja næmingunum til at grunda síni svør. Lærarin kann so rætta og meta um støðuna í flokkinum.

Pól Jespersen, studentaskúlalærari, hevur týtt og tillagað bókarøðina til føroysk viðurskifti. Janus Dam Guttesen hevur teknað góðar og frágreiðandi tekningarnar til hvørja arbeiðsuppgávu. Tekningarnar gera tað munandi lættari at skilja royndirnar.

 

 

Bókarøð: Annað
Rithøvundar
  • » Ejvind Flensted-Jensen
  • » Poul Hanghøj
  • » Henning Henriksen
  • » Poul Thomsen
Tilfar:
  • » Bók
Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók
Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók

Hetta er onnur bókin í røðini í nýggju lærubókaskipanini til undirvísingina í alisfrøði og evnafrøði í framhal...

Alisfrøði og evnafrøði 2 - Arbeiðsbók
Alisfrøði og evnafrøði 2 - Arbeiðsbók

Í arbeiðsbókini eru 34 venjingar við ymsum næmingaroyndum, sum skulu lætta um innlæringina. Høvuðsevnini eru e...

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2018