• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Útgávur

Atlas til heim og skúla

Atlas til heim og skúla
Útgávuár: 2014
Bókasavnstal: 40.1
ISBN: 978-99918-2-165-8

Atlas til heim og skúla vendir sær til húskið og skúlaverkið í Føroyum. Atlas til heim og skúla tekur støði í ensku útgávuni Collins Student World Atlas, sum Erla Olsen hevur týtt til føroyskt.

Umframt landakort eru eisini gjørd evniskort uttan úr heimi og úr Føroyum. Fremst í útgávuni eru upplýsingar um at brúka atlasið og yvirlit, ið sýnir sólskipanina. Í føroyska partinum er nýtt føroyakort, sum Rói Højgaard á Føroya Dátusavni hevur teknað, og fleiri føroysk evniskort, sum ikki hava verið á prenti áður.

Í norðurlendska partinum eru stór topografisk landakort og evniskort, ið lýsa serlig norðurlendsk viðurskifti. Í evropiska partinum er leisturin tann sami, har vit fyrst síggja landakort og síðan fleiri evniskort við hagfrøðiligum tilfari.

Á sama hátt verður farið longur út í heim til Norðuramerika, Suðuramerika, Afrika, Asia og Osiania. Seinasti partur í atlasinum eru hagfrøðiligar upplýsingar úr øllum heiminum og ein umfatandi landafrøðiligur orðalisti.

Aftast er navnaskrá, ið sýnir tey fleiri enn 18.800 leitorðini í atlasinum. 

Til brúk á samvirknum talvum fæst atlasið eisini sum PDF.

 

 

Bókarøð: Annað
Heimurin - Laminerað veggjakort
Heimurin - Laminerað veggjakort

Heimskortið ‘Heimurin’ (Nám 2014) er eitt politiskt veggjakort, sum er í  stødd 1:22 000 000 (1015 x 1380mm). ...

Heimurin - Veggjakort
Heimurin - Veggjakort

Heimskortið ‘Heimurin’ (Nám 2014) er eitt politiskt veggjakort, sum er í  stødd 1:22 000 000 (1015 x 1380mm). ...

Føroyakort
Føroyakort

Føroyakortið, sum er í stødd 1:100 000 (120x80 cm), er teknað í Føroyum. Á kortinum eru fleiri enn 1700 staðar...

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017