• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Útgávur

Barnabíblia - 50 bíbliusøgur

Bók við fløgu

Barnabíblia - 50 bíbliusøgur
Útgávuár: 2000
ISBN: 978-99918-0-215-6

Føroya Skúlabókagrunnur og Bókadeild Føroya Lærarafelags hava givið bókina út í felag. Á Barnabíbliuni eru 50 kendar bíbliusøgur úr Gamla- og Nýggja Testamenti, sum kendi danski presturin, Johannes Møllehave, hevur skrivað. Á Barnabíbliuni er eisini ein fløga. 12 av søgunum eru skrivaðar soleiðis, at tær bera upp á rím, sum sangir, ið børnini saman við góðum sangarum kunnu syngja. Á fløguni eru eisini 12 stuttlig telduspøl. Barnabíblian er ætlað børnum úr trimum upp í nýggju ár.

 

Johannes Møllehave dugir væl at skriva til børn og vaksin, og Amy Tausen hevur við hepnari hond týtt tekstin til føroyskt. Lise Rønnebæk hevur skapað litføgru myndirnar, ið prýða hvørja síðu í bókini. Myndirnar eru avbera vakrar, gjørdar úr ymiskum tilfari.

Sangararnir eru: Una og Lea Skaalum, Guðrun P. Háberg, Kristina á Váli, Dan Syderbø, Páll Danielsen, Eivør Pálsdóttir, Regin Guttesen, Torkil Johannesen, Rasmus Magnussen og Robert McBirnie.

Á fløguni eru eisini 12 stuttlig telduspøl. Til dømis ber til hjá børnunum at bjarga lítla Mósesi undan krokodillunum, fella Góliat við sleingibandi, leggja litir á Betlehem og mangt annað.

Bókarøð: Annað
Rithøvundar
  • » Johannes Møllehave
Tilfar:
  • » Bók og nýmiðil
Bíbliusøga fyri tey smáu
Bíbliusøga fyri tey smáu

Á bókini verða líknilsi og frásøgur úr Bíbliuni stutt endursøgd. Bókin er ætlað at nýta í kristni á byrjanarst...

Bíbliusøgur
Bíbliusøgur

Søgurnar, sum eru úr bæði Gamla og Nýggja Testamenti, eru rættiliga langar og hóska tí væl at lesa fyri yngri ...

Bíbliusøgur úr GamlaTestamenti
Bíbliusøgur úr GamlaTestamenti

Á bókini verða endursagdar søgur úr Gamla Testamenti. Undir hvørjari yvirskrift stendur, hvar í Bíbliuni skriv...

Bíbliusøgur úr Nýggja Testamenti
Bíbliusøgur úr Nýggja Testamenti

Á bókini verða endursagdar søgur úr Nýggja Testamenti. Undir hvørjari yvirskrift stendur, hvar í Bíbliuni skri...

Mín allarfyrsta Bíblia
Mín allarfyrsta Bíblia

Ein nýggj barnabíblia til tey smærru børnini. Bókin er komin út í samprenti við enska forlagið Lion Publishing...

Vit arbeiða við Nýggja Testamenti 1
Vit arbeiða við Nýggja Testamenti 1

Einnýtisheftini Vit arbeiða við Nýggja Testamenti 1 og 2 eru ætlað sum ískoyti til undirvísingina í kristni. A...

Vit arbeiða við Nýggja Testamenti 2
Vit arbeiða við Nýggja Testamenti 2

Einnýtisheftini Vit arbeiða við Nýggja Testamenti 1 og 2 eru ætlað sum ískoyti til undirvísingina í kristni. A...

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017