• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Útgávur

Dýr og dorg - Næmingabók

Vit lesa

Dýr og dorg - Næmingabók
Útgávuár: 2001
ISBN: 978-99918-0-003-5

Á bókini eru søgur og aðrir tekstir um dýr, sum børn kenna tey í sínum gerandisdegi. Nógv er at lesa, men børnini eiga eisini at sleppa at siga frá ymiskum, sum tey hava upplivað sjálv. Eisini eiga tey at sleppa at tekna tað, tey hava lisið. Nógv í bókini kann verða nýtt saman við evning, smíði, handarbeiði ella í køki. Fløga við øllum sangunum fylgir við, tá keypt verður flokssett av bókini. Fløgan er einans til undirvísing. Vit skriva er skrivibók til bókina. Svarlisti er eisini til útgávuheildina.

Vit lesa eru bøkur, sum eru ætlaðar børnum á 10 - 13 ára aldri. Børn á hesum aldri síggja nógv, hoyra nógv og hugsa nógv. Bøkurnar eru um ymiskt, sum børn á hesum aldri kenna væl, og fara tey tí at duga at tosa um tað, tey lesa. Tey fara eisini at duga at skriva um tað, tey hava lisið.

Prikkut vár og Kom við eita útgávuheildirnar, sum eru framhald av Dýr og dorg.

Bókarøð: Annað
Tilfar:
  • » Bók
Dýr og dorg - Skrivibók
Dýr og dorg - Skrivibók

Hetta er skrivibók til lesibókina Dýr og dorg. Á skrivibókini eru uppgávur til tekstin í lesibókini, mállæruup...

Dýr og dorg - Svarlisti
Dýr og dorg - Svarlisti

Hetta er svarlisti til uppgávurnar í skrivbókini til Dýr og dorg. Vit lesa.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2018