• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Útgávur

Eg skrivi 1

Skrivligt føroyskt til miðdeild

Eg skrivi 1
Útgávuár: 2003
ISBN: 978-99918-0-336-4

Eg skrivi 1 eftir Gunnvá Dam, lærara, er skrivligt føroyskt til miðdeild fólkaskúlans. Hetta er fyrsta bók í eini røð av mállærubókum við skrivligum uppgávum til miðdeild fólkaskúlans. Mállæruheftini kunnu nýtast úr 4. flokki upp í 7. flokk, so sum lærarin heldur vera hóskandi.

Á hesari bókini eru mállæruuppgávur, fyrisagnir, uppgávur til fyrisagnir, aftursagnir og ymiskar stuttligar uppgávur. Fyrisagnirnar eru eisini gjørdar sum innskrivingarfyrisagnir á ymiskum torleikastigi og eru í einum serstøkum hefti lagdar hjá útgávuni. Edward Fuglø hevur myndprýtt.

Á innihaldsyvirlitinum ber til at síggja, hvørjum mállæruevnum arbeitt verður við í hvørjum einstøkum parti í bókini.

Vegleiðing er skrivað í hvørjari bókini sær. Á vegleiðingini verður greitt frá, hvussu høvundurin hugsar sær, at arbeiðast kann við teimum ymisku síðunum, hvussu uppgávurnar kunnu verða loystar og í einstøkum førum, hví ið uppgávurnar eru júst soleiðis gjørdar og ikki øðrvísi.

Aftast í bókini eru Hugskot um spæl og uppgávur, sum væl ber til at nýta í mállæruundirvísingini á hesum aldursstiginum.

Bókarøð: Annað
Rithøvundar
  • » Gunnvá Dam
Tilfar:
  • » Einnýtisbók
Eg skrivi 8
Eg skrivi 8

Nú er 8. bókin í Eg skrivi røðini komin út. Við bókini er hefti á 47 blaðsíður við útfyllingarfyrisøgnum.

Ætl...

Eg skrivi 9
Eg skrivi 9

Hetta er 9. og seinasta bókin í røðini av rættskrivingar- og mállæruheftum til miðdeild fólkaskúlans. Tey eru ...

Eg skrivi 2
Eg skrivi 2

Hetta er onnur bókin í eini røð av mállærubókum við skrivligum uppgávum til miðdeild fólkaskúlans. Gunnvá Dam ...

Eg skrivi 3
Eg skrivi 3

Hetta er triðja bókin í eini røð av mállærubókum við skrivligum uppgávum til miðdeild fólkaskúlans.

Mállæruh...

Eg skrivi 4
Eg skrivi 4

Hetta er fjórða bókin í eini røð av mállærubókum við skrivligum uppgávum til miðdeild fólkaskúlans. Mállæruhef...

Eg skrivi 5
Eg skrivi 5

Eg skrivi 5, við undirheitinum: Skrivligt føroyskt til miðdeild, er 5. bókin í eini røð av rættskrivingar- og ...

Eg skrivi 6
Eg skrivi 6

Hetta er sætta bókin í eini røð av mállærubókum við skrivligum uppgávum til miðdeild fólkaskúlans. Mállæruheft...

Eg skrivi 7
Eg skrivi 7

Skrivligt føroysk til miðdeild

 

Nú er 7. bókin í Eg skrivi røðini komin út. Ætlanin er, at tað skulu vera 9...

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2018