• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Útgávur

Eiturkoppur - Næmingabók

Næmingabók

Eiturkoppur - Næmingabók
Útgávuár: 2010
ISBN: 978-99918-2-041-5

Næmingabókin er eins og undanfarnu bøkur í heimstaðarlærurøðini, Grindalokkur til 1. og Høgguslokkur til 2. flokk, uttan orð, men við nógvum myndum og tekningum. Lagt verður upp til, at næmingarnir ogna sær vitan út frá tí teir síggja á myndunum, vita frammanundan og fáa at vita frá læraranum, foreldrum og øðrum næmingum.

 

Næmingabókin er skipað í evnum. Hon hevur 25 opnur, sum viðgerða ymisk evni. Í 8 av opnunum verður arbeitt við oyggjunum í Føroyum. Ímillum opnurnar við oyggjum eru opnur, ið mynda sagnir frá teimum oyggjum, ið næmingarnir hava arbeitt við frammanundan.

 

Fremst í bókini er eitt árshjól, sum vent verður aftur til fleiri ferðir í skúlaárinum.

 

Eisini verður arbeitt við havbotninum, kortum, miðlum, minnisvarðum, kirkjum, samferðslu, dansi, høvuðsstaðinum og barnarættindum.

 

Ole Wich hevur teknað næmingabókina, sum eisini hevur nógvar fotomyndir.

Bókarøð: Grundbók
Rithøvundar
  • » Gunnvá Dam
  • » Ole Wich
Eiturkoppur - Arbeiðsbók
Eiturkoppur - Arbeiðsbók

Arbeiðsbókin til Eitukoppin hevur fleiri uppgávur enn arbeiðsbøkurnar til Grindalokkin, 1. flokkur og Høgguslo...

Eiturkoppur - Lærarabók
Eiturkoppur - Lærarabók

Í lærarabókini til Eiturkoppin eru uppskot um, hvussu arbeiðast kann við hvørjari einstakari opnu. Í lærarabók...

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2018