• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Útgávur

Føroya søga 1

Norðurlond og Føroyar

Føroya søga 1
Útgávuár: 1990
Bókasavnstal: 95.4
ISBN: 978-99918-0-545-0

Á fyrsta bindi av Føroya søgu, ið ber undirheitið Norðurlond og Føroyar, verður roynt at koma inn í søgu okkara, og spurningarnir, sum viðgjørdir verða, eru t.d.: Hvussu varð Føroya land til? Hvussu komu norðbúgvar inn í almenna evropeiska søgu? Hvussu ávirkaði náttúran umstøður teirra, hvussu og hvar settu teir búgv, og hvør var hugaheimur teirra? Roynt verður at viðgera spurningin um, hví og hvussu hesir norðbúgvar brádliga fóru at breiða seg út um lond, bæði kend og nýfunnin. Einar 250 myndir eru í bókini, og nærum 100 av teimum í litum. Eisini eru kort, tekningar og ættartøl.

Bókarøð: Annað
Rithøvundar
  • » Hans Jacob Debes
Tilfar:
  • » Bók
Nú er tann stundin...
Nú er tann stundin...

Tað, sum verður viðgjørt, er serliga tíðarskeiðið frá tí, at tjóðskaparkenslan vaknar, til úr henni spretta tv...

Ein kvistur spretti...
Ein kvistur spretti...

Á hesum savni av keldum til Føroya søgu er høvuðsdenturin lagdur á at lýsa framvøksturin av tjóðskaparkensluni...

Føroya søga 2
Føroya søga 2

Á øðrum bindi av Føroya søgu, sum ber undirheitið Skattland og len, er høvuðsdenturin lagdur á miðaldarsøguna;...

Føroya søga 3
Føroya søga 3

Á hesum bindi verður roynt at binda træðrirnar aftur til fyrsta og annað bind. Byrjað verður við einum broyttu...

Føroyinga søga
Føroyinga søga

Føroyingasøga er skrivað í Íslandi, ið hvussu er ikki seinni enn um ár 1200. Søgan er ikki varðveitt í heilum ...

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017