• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Útgávur

Føroysk søga 1

1750-1914

Føroysk søga 1
Útgávuár: 2014
ISBN: 978-99918-2-181-8

Føroysk søga 1 er ætlað søguundirvísingini í 7. flokki. sBókin viðger tíðarskeiðið 1750-1914 í føroyskari søgu. Millum evnini, ið verða viðgjørd eru Vágsbotnshandilin, Nólsoyar Páll, gamla bygdasamfelagið í 19. øld, fríhandil, samfelagsbroytingar síðst í 19. øld og tjóðskaparlig veking.

Jóan Pauli Joensen, Dr. Phil, Fil. Dr., professari í siðsøgu, hevur skrivað tekstin og Ole Wich hevur teknað og savnað inn myndir til sBókina. Bergur Rasmussen, lærari, hevur skriva læraravegleiðingina og gjørt uppgávur til tilfarið. Sigfríður Abrahamsen hevur ritstjórnað og savnað inn filmar til sBókina.

Føroysk søga 1, kostar 99,- kr. fyri 3-ára hald.

Trýst á "Keyp útgávuna"-leinki í ovara høgra horni fyri at koma inn í netsølubúðina hjá Systime at keypa bókina. Tú skalt rita inn við tíni systime kontu fyri at keypa.

 

 

 

 

Viðmerkingar, ynski, hugskot til uppgávur o.s.fr. kunnu sendast við telduposti til sigfridur@(if you can see this please update your browser)nam.fo ella við at klikkja á "sig tína hugsan"-knøttin niðast í høgra horni.

sBøkur eru bøkur, sum er samvirknar. Tað vil siga, at tær umframt tekst hava m.a. ljóð, film og samvirknar uppgávur, sí sBókina um sBókina.

Bókarøð: Annað
Rithøvundar
  • » Jóan Pauli Joensen
Tilfar:
  • » sBók
 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017