• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Útgávur

Fransktbókin

Fransktbókin
Útgávuár: 2016
ISBN: 978-99918-2-227-3

Fransktbókin er týðing av donsku sBókaútgávuni Franskbogen, sum er grundað á tilfar úr dagførdu sættu pappírsútgávuni av Franskbogen

Í Fransktbókini verða øll øki í byrjanarundirvísing í fronskum viðgjørd: t.d. nágreiniliga og leysliga lesingin, skrivligi parturin, KT, lurtivenjingar og myndaviðgerð. Endamálið er, at myndatilfarið í Fransktbókini ikki bert er ein lýsing av ymiskum viðurskiftum, men eisini verður drigið inn í undirvísingina sum inngangur til próvtøkuna, har myndafrágreiðing er kravdur partur.

Í sBókini kunnu tit venja nógvar førleikar:

·         Mállæruførleikin verður stimbraður við samvirknum uppgávum.

·         Munnligi førleikin verður styrktur við tekstupplestri, sum innføddir fraklendingar hava lagt rødd til.

Upplesturin stendur saman við tekstinum, soleiðis at næmingurin hevur møguleika at hoyra og lesa tekstin samstundis. Hetta hjálpir innlæringini og ger tað lættari hjá næmingum at lesa uppá og nýta tilfarið til sjálvlestur.

Fransktbókin hevur vanligu fyrimunirnar, sum sBøkur hava: m.a. at alt er savnað á einum stað, at tað er lætt at reika runt í tilfarinum, og at næmingarnir kunnu skriva viðmerkingar so hvørt. Harumframt er sBókin dynamisk: hon verður áhaldandi dagførd og bøtt við leinkjum og fleiri samvirknum uppgávum.

sBókin kostar 100 kr. fyri 3-ára hald. Styttri hald kunnu eisini keypast.

Bókarøð: Grundbók
Rithøvundar
  • » Vibeke Gade
Tilfar:
  • » sBók
 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017