• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Útgávur

From where you are 2

From where you are 2
Útgávuár: 2018
ISBN: 978-99918-2-611-0

From Where You Are 2 er framhaldsbók, sum er skipað eftir sama leisti sum From Where You Are 1. Við støði í næmingunum tekur bókin fýra evni upp: Family, Social media, War, Religion.

 

Evnini verða viðgjørd í stuttsøgum, prosabrotum, yrkingum og yrkisteksti. Tekstirnir eru ymiskir í torleikastigi og eru hóskandi til B og A stig.

 

Pre-reading uppgávur, tekstfatan og post-reading uppgávur seta tekstirnar í eitt størri høpi, og tvørfakligu uppgávurnar viðgera tekstirnar í samfelagsligum og søguligum sjónarhorni. Orðafrágreiðingar á enskum umframt á føroyskum eru til allar tekstirnar, samvirknar uppgávur eru til mállæruna, og harumframt eru sjónbandaupptøkur og upplestrar. Greiningarfrymlar eru eisini til ymisku tekstasløgini.

 

sBókin er ein týdd og tillagað útgáva av donsku útgávuni frá forlagnum Systime. Tony Søndergaard Andersen og Morten Petersen, sum báðir eru lærarar í enskum, hava gjørt upprunaútgávuna. Rannvá Mortensen hevur týtt og tillagað. Nám stendur fyri føroysku útgávuni.

 

Bókin er tøk í talgilda sBókahandlinum: shop.systime.dk/fo/

 

Til ber at keypa trý ymisk hald til From Where You Are 2. Tríggir mánaðir kosta 38 krónur, tvey ár kosta 68 krónur og trý ár kosta 88 krónur.

Bókarøð: Grundbók
Rithøvundar
  • » Morten Petersen
  • » Tony Søndergaard Andersen
Tilfar:
  • » sBók
From where you are - Samvirkin ensk grundbók
From where you are - Samvirkin ensk grundbók

sBókin From where you are er ein samvirkin ensk grundbók við yrkistteksti og skaldskapi. Harumframt eru spurni...

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2018