• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Útgávur

Grindavísan - teknirøð

Grindavísan - teknirøð
Útgávuár: 2004
Bókasavnstal: 85,42
ISBN: : 978-99918-0-387-6

Hettar er ein nýggj og broytt útgáva, har serliga parturin um grindadráp er dagførdur, so hann samsvarar við mongu broyttu krøvini á økinum. Fløga við upptøku, har Vága Dansifelag kvøður Grindavísuna, er límað í bókini. Í bókini er Grindavísan, ið Christian Pløyen yrkti, sett upp sum teknirøð við frágreiðandi og livandi tekningum eftir Óla P. til tey 58 ørindini í vísuni. Síðani er uppískoyti, sum snýr seg um Grindavísuna og grindadansin. Við myndum, tekningum, talvum og teksti verður sagt frá grindadrápi, hagreiðing av tvøsti og spiki, grindareglugerð og umhvørvisfelagsskapum. Myndir og tekningar eru í litum.

Aftast í bókini eru arbeiðsuppgávur, ið hóska til framhaldsdeildina. Bókin er ætlað til undirvísing í fólkaskúlanum og í miðnámsskúlum. Umframt til undirvísing í føroyskum, ber væl til at nýta partin um grindadráp til undirvísing í lívfrøði í framhaldsdeild og miðnámsskúlum. Kristoffur Kristoffersen og Astrid Andreasen hava myndprýtt tann frágreiðandi partin av bókini. Harumframt eru nógvar fotomyndir, ið greiða frá grindarakstri og -drápi, umframt hagreiðing av tvøsti og spiki. Ása Magnussen og Paulivar Andreasen, lærarar, løgdu fyrstu útgávuna til rættis. Harafturat hava Jústines Olsen, djóralækni, Ólavur Sjúrðarberg, formaður í Grindamannafelagnum og Valborg Rasmussen, lærari, skrivað hvør sín frágreiðandi part um grindadráp og hagreiðing av tvøsti og spiki í nýggju útgávuni. Føroyaprent hevur prentað bókina.

Bókarøð: Annað
Rithøvundar
  • » Christian Pløyen
  • » Jústines Olsen
  • » Valborg Rasmussen
  • » Ólavur Sjúrðarberg
Tilfar:
  • » Bók
Viðkomandi tilfar:
Grindavísan - fløga
Grindavísan - fløga

Á fløguni er upptøka, har Vága Dansifelag kvøður Grindavísuna. Jón Joensen í Bø skipar. Útvarp Føroya tók upp ...

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017