• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Útgávur

Havið

Havið
Útgávuár: 2000
ISBN: 978-99918-0-248-0

Bókarverkið Havið eftir Boga Hansen, havfrøðing, snýr seg um heimshøvini, men fyrst og fremst um tær føroysku havleiðirnar og nemur við samanhang millum hav, lív og dálking. Á Føroyum, her sum vit øll eru so nær knýtt at sjónum og liva av sjónum – í framtíðini kanska eisini av tí, sum er undir sjónum – átti ein sovorðin bók at havt almennan áhuga. Innihaldið í bókini er hóskandi til undirvísing, eitt nú í miðnámsskúlum og hægri skúlum, men bókin er soleiðis skrivað, at eisini aðrir skúlar, t.d. framhaldsdeild fólkaskúlans og fólkaskúlalærarar, kunnu brúka burtur úr bókini til undirvísingina ella sum stuðul í undirvísingini.

Bókin er í trimum pørtum, ið eru ætlaðir av vera ein samanhangandi heild, tó at hvør parturin kann væl vera lisin fyri seg. Fyrsti partur er almennur um hav og sjógv yvirhøvur, um heimshøvini, um ljós og ljóð, aldur, streym, sjóvarblanding og um sjóvarfallið og rákið í heimshøvunum. Annar partur í bókini viðger tær føroysku havleiðirnar, bæði innari og ytri, botnviðurskifti og streymar, tey ymisku sjósløgini norðanfyri, eystanfyri, vestanfyri og tað sermerkta við Hetlands- og Bankarennuni sunnanfyri, rák, lív og sjóvarhiti og broytingar eftir árstíðum og eftir áramáli. Eisini teir føroysku firðirnir vera viðgjørdir rættiliga gjølla, eitt nú lagbýti og rák í firðum, teir føroysku gáttarfirðirnir og súrevnistrotið, sum har kann vera. Triði partur nemur við vistfrøðiligar spurningar, so sum fortreytir fyri gróðri í sjónum alment, um samanhang millum sjóvarblanding og gróður, um gróðurin í sjónum undir Føroyum serstakliga og um toskagýtingina á føroyskum havleiðum í tí sambandinum. Viðgjørd verða ymisk sløg av havdálkan og eitrandi evnum, hvussu tey eitrandi evnini flytast í sjónum, og hvussu støðan er viðvíkjandi havdálkan á okkara leiðum. At enda viðger høvundurin veðurlagsbroytingarnar í farnari tíð, viðger sambandið millum veðurlag og hav, jørðina sum vakstrarhús og menniskjaskaptar veðurlagsbroytingar. Sjálvur hevur høvundurin brúkt partar í bókini í egnari undirvísing. Á bókini er ein hópur av frágreiðandi grafiskum myndum, ið høvundurin hevur gjørt, og sum gera bókina nógv lætttari at lesa. Eisini er bókin prýdd við fotomyndum av dýrum og plantum, ið høvundurin sjálvur hevur tikið, og sum sýna fagurleikan og margbroytni í sjónum við havsins botn. Aftast í bókini er eitt yvirlit við hentum leitorðum.

Bókarøð: Grundbók
Rithøvundar
  • » Bogi Hansen
Tilfar:
  • » Bók
Viðkomandi tilfar:

Tilfarið er partur av:

Veðurlagsbroytingar
Veðurlagsbroytingar
Veðurlagsbroytingar

Veðurlagið á jørðini er farið at broytast. Jørðin er hitnað, og vit vita nú við stórari vissu, at tað er av ma...

Havið. Hvat gat eg sagt...
Havið. Hvat gat eg sagt...

Føroya Skúlabókagrunnur hevur í samprenti við enska forlagið Dorling Kindersley givið 3 bøkur út við felags he...

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017