• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Útgávur

Heimssøga - Frá 1900 til í dag

Heimssøga - Frá 1900 til í dag
Útgávuár: 2012
ISBN: 978-99918-2-070-5

Heimssøga er lærubókatilfar ætlað 7.-9. flokki. Heimssøgan er lutvíst ein týðing og lutvíst ein tillaging av svenska lærubókatilfarinum, sum kallast Impuls. Talan er um tríggjar bøkur: Heimssøga – Fram til 1700 til 7. flokk, Heimssøga – Frá 1700-1900 til 8. flokk og Heimssøga – Frá 1900 til í dag til 9. flokk. Endamálið hevur verið at skapa eitt hugvekjandi lærugreinatilfar, sum er hóskandi til nútíðar næmingin.

Heimssøga - Frá 1900 til í dag byrjar við aldamóti 1900, og endar við stóru spurnigunum um yvirgang og altjóðagerð í dag. Millum evnini, ið verða viðgjørd eru: Fyrri heimsbardagi, Tíðin millum kríggini, Seinni heimsbardagi, Tíðin eftir kríggið, Tvídráttur heimsveldanna, Vórðu hjálondini fræls og Stórir spurningar í okkara tíð.

Millum ymsu kapitlarnar í bókunum eru steðgistøð. Í hesum tema-uppsløgum verður dentur lagdur á brot úr søguni, har breiða søguskrivingin verður løgd til viks, soleiðis at pláss verður at viðgera nøkur evni neyvari. Til hvørt av steðgistøðum eru arbeiðsuppgávur – antin í næmingabókini ella til útskrivingar í læraravegleiðingini.

Tíðarásar eru settir upp innanfyri permuna í lesibókini. Hugsanin er, at tíðarásarnir skulu geva næmingunum greiðari yvirlit yvir tey tíðarskeið, sum verða viðgjørd í bókunum – nær fara tær fram, hvussu langt tíðarbil fevna tey um, og hvar hoyra tey heima í tíðini samanborið við aðrar hendingar.

Tá ið tíðarásarnir eru settar innanfyri bókarpermuna, gerst tað lætt at venda aftur til teir av og á í undirvísingini. Nakrir av tíðarásunum lýsa neyvari týðandi øki sum til dømis ídnaðartilgongdina og menningina viðvíkjandi fólkaræði og mannarættindum.

Bókin hevur heimasíðu á www.snar.fo/heimssoga

Bókin fæst í bókamiðsøluni og kostar 240 kr.

Bókarøð: Annað
Tilfar:
  • » Bók

Tilfarið er partur av:

Heimssøga - Fram til í dag - ymiskt eyka
Heimssøga - Fram til 1700
Heimssøga - Fram til 1700

Heimssøga er lærubókatilfar ætlað 7.-9. flokki. Heimssøgan er lutvíst ein týðing og lutvíst ein tillaging av s...

Heimssøga - Frá 1700 til 1900
Heimssøga - Frá 1700 til 1900

Heimssøga er lærubókatilfar ætlað 7.-9. flokki. Heimssøgan er lutvíst ein týðing og lutvíst ein tillaging av s...

Heimssøga – Frá 1900 til í dag.

© Nám 2012

 

Týtt og tillaga til føroyskt hevur

Jóan Pauli Joensen eftir

Impuls Historia 3

© 2009 Göran Körner, Lars Lagheim og Natur & Kultur, Stockholm

Fälth & Hässler, Värnamo 2009

 

Umbróting: Gramar p/f

Prent og innbinding: Føroyaprent

Útgáva: Nám,Tórshavn 2012

1. útgáva, 1. upplag: 2012

ISBN: 978-99918-2-070-5

 

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2018