Hvassi 1 - Spæli deyður
Útgávuár: 2009
ISBN: 978-99918-1-740-8
Hetta er ein ógvuliga spennandi røð við 8 bókum.
Hon er um ein drong um 14 ára aldur, sum alt lívið hevur ansað eftir sær sjálvum. Síðan hann var 7 ár, er hann rýmdur undan myndugleikum og harkaliðum; hann ger av at fara aftur til býin, haðan alt byrjaði. Á leiðini kemur hann út fyri mongum ræðuligum, sum hann roynir at stríðast ígjøgnum. Einki er, sum tú heldur tað vera, og sum lesari verður tú alla tíðina tikin á bóli.
Um somu tíð sum bókin er ógvuliga fangandi, er hon eisini rá og ógvusligt. Hon er egnað til størri børn og ung.
Bergur Rasmussen hevur týtt. Bókin er í 7. torleikastigi.
Heimasíða:
www.timbowler.co.uk
Bókaheild
Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroya Skúlabókagrunnur