• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Útgávur

Klípið

Mállæruvenjingar í enskum til miðnámsskúlan

Klípið
Útgávuár: 2009
ISBN: 978-99918-9-259-7

Navnið Klípið er tikið úr grótlaðing. Bøgarðarnir, sum enn síggjast víða um í Føroyum, eru eitt tað vakrasta minnið, vit hava um forfedrar okkara. At hugsa sær tað arbeiði og tað nærlagnið, sum varð lagt í hesi bygningsverk. Stórir klettar, steinar og so klípi. Klípi eru smáir steinar, sum verða brúktir til at styðja størri steinar og fylla tey hol, sum altíð mega vera í laðingini, klípi kunnu vera stór ella smá. Soleiðis eru hesi mállæruklípi ætlað at fylla tey hol, sum eru í tí málsliga vitanini hjá næmingunum, 

Bókin fylgir gjølla "Lær teg enskt" eftir Ásu Hátun og Unu Poulsen, so at tað ber til at sláa upp í báðum, um ein kannar ávíst fyribrigdi.

Í mong ár hava vit brúkt ymsar danskar og onkra hendinga enska mállæru, og síðani bókin "Lær teg enskt" kom, hevur hon eisini verið nýtt. Men saknur er í venjingum, sum hoyra til mállærufyribrigdini.

Nógvar av uppgávunum kunna lættliga svarast, um tú hevur mállæruna við síðuna av, so ber til at skifta ímillum og kanna, um tú gert rætt so hvørt.

Forlagið Ungu Færoyar geva út. Á heimasíðuni www.unguforoyar.com ber til at lesa um aðrar áhugaverdar útgávur hjá forlagnum, og viðhvørt eru sertilboð til skúlar og skúlafólk.

Bókarøð: Arbeiðsbók
Rithøvundar
  • » Bergljót av Skarði
Tilfar:
  • » Bók
Lær teg enskt
Lær teg enskt

Lær teg enskt er ætlað undirvísingini í framhaldsdeild fólkaskúlans, miðnámskúlum og hægri skúlum, men hon er ...

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017