• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Útgávur

Kom og telva - grundbók

Lærara- og foreldravegleiðing

Kom og telva - grundbók
Útgávuár: 2018
ISBN: 9789997220134

Kom og telva er talvlærutilfar á grundstigi. Bókaheildin, sum fevnir um eina grundbók og tvey uppgávuhefti, er ætlað til undirvísing í fólkaskúlum og talvfeløgum – men er eisini væl egnað til sjálvlæru heima við hús.

 

Grundbókin er býtt upp í 40 frálærutímar. Fyrstu 15 tímarnir venda sær til óroynda telvaran við frágreiðingum um grundreglurnar í talvspælinum. Sum tímarnir líða, verður innihaldið tó stigvíst meira avbjóðandi. Næmingurin lærir, hvussu hann eigur at byrja eitt talv, hvussu hann setir eitt álop í verk, og hvussu hann fremur skák og mát fleiri leikir fram. Kom og telva er so statt talvlæra til bæði byrjaran og tann roynda talvnæmingin.

 

Uppgávur hoyra til á leið helvtina av frálærutímunum. Hesar skulu verða loystar í uppgávuheftunum – Kom og telva I (s. 1-52) og Kom og telva II (s. 53-106). Svarlisti til uppgávurnar er í grundbókini.

 

Bókin fæst til keyps á Bókamiðsøluni og í bókahandlunum. Bókin kostar 198,- kr.

 

Bókarøð: Grundbók
Rithøvundar
  • » Helgi Dam Ziska
Kom og telva 1
Kom og telva 1

Kom og telva er talvlærutilfar á grundstigi. Bókaheildin, sum fevnir um eina grundbók og tvey uppgávuhefti, er...

Kom og telva 2
Kom og telva 2

Kom og telva er talvlærutilfar á grundstigi. Bókaheildin, sum fevnir um eina grundbók og tvey uppgávuhefti, er...

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2018