• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Útgávur

Kristni 5 - Lærarabók

Kristni 5 - Lærarabók
Útgávuár: 2013
ISBN: 978-99918-2-166-5

Kunning:  ‘Kristni 5. Lærarabók’  er partur av bókaheild til kristnikunnleika í 5. flokki. Lærarabókin ger tað lætt at leita fram júst tað, lærarin hevur brúk fyri. Viðmerkt er týðuliga, hvat evni og hvørja síðu í næmingabókini sipað verður til. Aftast eru sangir. Spiralryggur, svart-hvítar myndir úr næmingabókini, 149 bls., 2013.

Lærarabókin er skipað soleiðis, at tað skal vera lætt hjá læraranum at leita fram júst tað, hann hevur brúk fyri. Viðmerkt er týðiliga, hvat evni og hvørja síðu í næmingabókini sipað verður til.

Hvat er kapittulin um

Fremst í hvørjum kapitli í næmingabókini Kristni 5 er eitt tittulblað, sum lýsir evnið. Í lærarabókini eru hugskot til samrøðu í flokkinum. Øll tittulbløðini í næmingabókini eru á Snar og kunnu tískil verða víst við sjónvørpu.

Sálmar og sangir

Til allar kapitlar verður víst til viðkomandi sálmar og sangir. Numrini til sálmarnar vísa til Sálmabók Føroya kirkju. Sangirnir, ið verður víst til, standa aftast í lærarabókini.

Meira um evnið

Tað, sum hevur týdning fyri innihaldið í kapitlinum, verður viðgjørt undir hesum punkti. Komið verður stutt inn á bíbliutekst, útleggingar, umstrídd evni, fakta o.a.

Hugskot

Hugskot til hvussu undirvísingin kann verða skipað eru til allar síður í næmingabókini. Nøkur hugskot eru samrøðuevni, onnur vísa læraranum, hvussu undirvísingin kann gerast meira spennandi, og uppaftur onnur eru størri og minni undirvísingarupplegg. Ætlanin er ikki, at lærarin nýtir øll hugskotini í lærarabókini.

Aktivitetir

Víst verður til spøl, bólkaarbeiði, tvørfakligt arbeiði, uppgávur o.a., sum kunnu gera undirvísingina meira viðkomandi og fjølbroytta. Av og á verður rátt til, at flokkurin ger ein lítlan leik. Her er ikki hugsað um at gera so nógv burturúr við búnum o.ø. Helst skal leikurin verða framførdur sama tíma. Royn og fá flestu næmingar við. Tey, ið ikki hava nakran aktivan leiklut, kunnu t.d. vera djór, fuglar, einglar, steinar, blómur o.s.fr. Skapandi arbeiði tekur tíð, og lærarin má tí viga undirvísingina soleiðis, sum hann heldur vera best fyri at røkka ávegismálunum í námsætlanini. Tað ber ikki til at nýta øll hugskotini og allar aktivitetirnar, sum verða nevndir í lærarabókini, tí til tað er skúlaárið ov stutt.

Snar

Bókaheildin hevur eina síðu á Snar, sum støðugt verður útbygd. Síðan er á sonevndu bókahillini.

Beinleiðis slóð til síðuna

Bókarøð: Annað
Rithøvundar
  • » Jón Magnus Joensen
Tilfar:
  • » Bók
Kristni 5 - Næmingabók
Kristni 5 - Næmingabók

Jón Magnus Joensen hevur skrivað bókina Kristni 5, sum telur 198 blaðsíður. Bókin heldur fram, har hin fyrra, ...

Kristni 5 - Arbeiðsbók
Kristni 5 - Arbeiðsbók

Um útgávuna: Arbeiðsbókin kann verða brúkt hvønn tíma í kristnikunnleika. Uppgávurnar eru gjørdar soleiðis, at...

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2018