• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Útgávur

Lær teg enskt

Mállæra

Lær teg enskt
Útgávuár: 2000
ISBN: 978-99918-0-206-0

Lær teg enskt er ætlað undirvísingini í framhaldsdeild fólkaskúlans, miðnámskúlum og hægri skúlum, men hon er eisini væl hóskandi til sjálvlestur hjá teimum, sum vilja læra seg enskt. Bókin er skrivað út frá royndum hjá høvundunum sum lærarar í fólkaskúla og læraraskúla. Lær teg enskt er skipað á vanligan hátt, har ið orðaflokkarnir verða viðgjørdir hvør sær.

Føroyskt og enskt verður samanborið, tá ið hetta er gagnligt, og bygt verður á tann málkunnleika, sum næmingarnir hava úr føroyskum. Bókin byrjar við einum stuttum yvirliti yvir ljóðlæru og almennar stavsetingarreglur. Mállærureglur standa í littum kassum, og har tað hevur borið til, standa dømi út fyri kassunum. Tekningar stuðla dømunum. Aftast í bókini eru leitorð, sum vísa til greinar.

 

Bókarøð: Annað
Rithøvundar
  • » Ása Hátún
  • » Una Poulsen
Tilfar:
  • » Bók
From where you are - Samvirkin ensk grundbók
From where you are - Samvirkin ensk grundbók

sBókin From where you are er ein samvirkin ensk grundbók við yrkistteksti og skaldskapi. Harumframt eru spurni...

Klípið
Klípið

Navnið Klípið er tikið úr grótlaðing. Bøgarðarnir, sum enn síggjast víða um í Føroyum, eru eitt tað vakrasta m...

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2018