• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Útgávur

Landafrøði 1-3 - Lærarabók (netútgáva)

Landafrøði 1-3 - Lærarabók (netútgáva)
Útgávuár: 2014
ISBN: 978-99918-2-205-1

Lærarabókin er einans givin út sum netútgáva. Hon kann lesast her. Tað ber til at taka útgávuna niður og skriva hana út.

Lærarabók - Netútgáva

Lærarabókin byrjar við partinum Kunnleiki og námsfrøði. Her verður lýst, hvussu bøkurnar samsvara við innihaldsligu krøvini í námsætlanini fyri landafrøði, og greitt verður frá teirri grundhugsan, sum innihaldið í bókini byggir á. Eisini eru hentar upplýsingar viðvíkjandi kvantitativum og kvalitativum kunnleika umframt førleikum, sum næmingarnir eiga at ogna sær. 

Lærarabókin er býtt í somu partar sum bøkurnar. Hvør partur í lærarabókini hevur sama bygnað:

Yvirskipað innleiðsla 

  • Stutt framløga av innihaldinum í viðkomandi parti í bókini
  • Yvirlit yvir, hvørjir førleikar kunnu verða mentir í arbeiðinum út frá viðkomandi parti í lærarabókini
  • Endamálið við viðkomandi parti í bókini við atliti at lærugreinini
  • Uppskot til ávegis mál
  • Bókmentir og annað tilfar. 

 

Hesin parturin kann brúkast sum íblástur til orðingar í sambandi við at fylla út talvurnar Undirvísingargongdir og Ársætlan fyri lærugreinina. 

Arbeiðsgongd 

Sum heild samsvarar lærarabókin við undiryvirskriftirnar í bókunum. Summir partar eru tó lagdir saman í ein.

Arbeiðsgongdin byrjar sum oftast við einum uppskoti til innleiðslu. 

Í lærarabókini eru tilvísingar til avritssíður og til síðurnar í bókini. 

Avritssíður

Í hvørjum parti í lærarabókini eru avritssíður. Á teimum eru kort, venjingar, tekstir at fara í dýpdina við og uppgávur, ið taka samanum. 

Tvær tær seinastu avritssíðurnar í hvørjum parti eru Endurtøka og Hugdýping. Spurningar og evni í Endurtøku taka støði í viðkomandi parti av bókini og lærarabókini. Tey eru ætlað øllum næmingum í flokkinum at arbeiða við, einsæris ella í bólkum. Evnini í Hugdýping fara út um tað, sum er viðgjørt í bókini og lærarabókini.Tað ber til at arbeiða við hesum evnum sum ískoytisøki, ella tey kunnu vera eyka avbjóðing til teir næmingar, sum hava tørv á tí.

 

 

Bókarøð: Lærarabók
Rithøvundar
  • » Maria Bergman
  • » Peter Kinlund
Tilfar:
  • » Bók
Landafrøði 1
Landafrøði 1

Landafrøði 1 viðger náttúrulandafrøði í fýra pørtum: Jørðina og kortini, Jarðarskorpuna, Veðurlag og vøkstur o...

Landafrøði 3
Landafrøði 3

Landafrøði 3 viðger heimspartarnar  í seks pørtum: Evropa, Asia, Afrika, Norðuramerika, Suðuramerika og Osiani...

Landafrøði 2
Landafrøði 2

Landafrøði 2 viðger mentan og samfelag; hvussu menniskju brúka og broyta jørðina. Bókin er í seks pørtum: Heim...

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2018