• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Útgávur

Lívfrøði 2 - arbeiðsbók

Uppgávubók

Lívfrøði 2 - arbeiðsbók
Útgávuár: 2011
ISBN: 978-99918-2-077-4

Arbeiðsbókin er eins og næmingabókin býtt í fýra partar: vistfrøði, arv og umhvørvi, arv og lívmenning og nøring. Í arbeiðbókini, sum fevnir um allar hesar partar, eru bæði vegleiðingar til venjingar, minnist tú spurningar, hevur tú skilt spurningar og uppgávur.

 

Mangan hevur verið víst á, hvussu umráðandi tað er, at næmingarnir sleppa at gera royndir í lívfrøði. Við arbeiðsbókini er møguleiki at fara undir spennandi royndir viðvíkjandi ljóssamevning, anding, niðurbróting, at kanna plantuæti og dýraæti undir sjóneyku, at kanna vatn, at gera royndina hjá Pasteur, at kanna vetrarlitin á haru, at kanna hædd og vekt á fólki, at planta setkvistar, at kanna nøring hjá dafnium, at kanna nøring í ger umframt at viðgera spurningin: Hvat kyn er heili tín? Í hesum seinasta førinum verður brúkt ein heimasíða hjá BBC.

 

Bókarøð: Arbeiðsbók
Rithøvundar
  • » Magnus Gaard
Tilfar:
  • » Bók
Lívfrøði 2 - næmingabók
Lívfrøði 2 - næmingabók

Í bókini eru fýra partar. Fyrsti partur er um vistfrøði. Her verður viðgjørt, hvussu orka og evni fara ígjøgnu...

Lívfrøði 2 - Lærarabók
Lívfrøði 2 - Lærarabók

Lærarabókin er býtt í somu 4 partar sum næmingabókin og arbeiðsbókin. Í lærarabókini er dentur lagdur á at gev...

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2018