• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Útgávur

Lívfrøði 2 - næmingabók

Næmingabók

Lívfrøði 2 - næmingabók
Útgávuár: 2010
ISBN: 978-99918-0-986-1

Í bókini eru fýra partar. Fyrsti partur er um vistfrøði. Her verður viðgjørt, hvussu orka og evni fara ígjøgnum vistskipanir í náttúruni. Annar partur, sum er um arv og lívmenning, viðger menningarlæruna. Triði partur er um arv og umhvørvi. Vit og dýrini eru úrslit av bæði arvi og umhvørvi. Summir eginleikar eru arviligir, aðrir eru úrslit tí umhvørvi, vit liva í. Fjórði partur er um nøring í víðastu merking. Ókynjaða nøring og kynjaða nøring. Nøring hjá plantum og hjá dýrum. Og ikki minst okkara egnu nøring.

Bókin er liður í einari bókarøð til 7.-9. flokk í fólkaskúlanum.

Fakligur og námsfrøðiligur stuðulsbólkur:

Karl Thomsen, Annbritt Toftegaard, Búi Brattaberg og Jóanes Árting.

Ritstjóri: Pól Jespersen

Bókarøð: Grundbók
Rithøvundar
  • » Magnus Gaard
Tilfar:
  • » Bók
Lívfrøði 2 - arbeiðsbók
Lívfrøði 2 - arbeiðsbók

Arbeiðsbókin er eins og næmingabókin býtt í fýra partar: vistfrøði, arv og umhvørvi, arv og lívmenning og nøri...

Lívfrøði 2 - Lærarabók
Lívfrøði 2 - Lærarabók

Lærarabókin er býtt í somu 4 partar sum næmingabókin og arbeiðsbókin. Í lærarabókini er dentur lagdur á at gev...

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2018