• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Útgávur

Ljóðbussurin

Ljóðbussurin
Útgávuár: 2011
ISBN: 978-99918-2-088-0

Ljóðbussurin er ætlaður sum amboð til ljóðarbeiði í fyrsta flokki. Ljóðbussurin skal vísa, hvar í munninum, tey ymisku ljóðini verða myndað. Tey ljóðini, sum sita fremst í bussinum, verða myndað fremst í munninum. Bussurin er býttur í 4 litir, og litirnir umboða: varrar, framtungu, miðtungu og baktungu. Til dømis verða b og v myndað við varrunum, n við framtunguni og k við baktunguni.

Ljóðbussurin hoyrir til útgávuheildina Hervør og Høgni – lesibók til fyrsta.

Bókstavahúsið hevur verið brúkt, bæði í Føroyum og í grannalondunum, men tá grafikarin varð settur á uppgávuna í sambandi við hesa útgávuna, kom hann við tí hugskoti, at vit skuldu skifta húsini út við ein buss. Grundgevingin var, at tað var lættari at tosa um fremst og aftast í einum bussi enn í húsum, og hesum góvu vit honum rætt í.

 

Sjálvljóðini eru sett í ‘ferðstrípur’ eftir, hvar í munninum tey verða myndað.

Ð sæst ikki, tí vit kunnu ikki siga, hvar í munninum tað verður myndað, uttan vit vita, hvørjum øðrum ljóðum tað stendur saman við. Tí hava vit koyrt Ð í viðførisrúmið.

Hugskot og Layout: Hannis Egholm

Ljóðfrøðilig viðgerð: Zakaris Hansen

Prent: Føroyaprent

Plakatin kostar 100 kr og fæst til keyps á Bókamiðsøluni og í bókasølum kring landið.

 

 

Bókarøð: Annað
Tilfar:
  • » Myndatalva

Tilfarið er partur av:

Hervør og Høgni – lesibók til fyrsta er fyrsta - ymiskt eyka
Hervør og Høgni - lesibók til fyrsta flokk
Hervør og Høgni - lesibók til fyrsta flokk

Hervør og Høgni – lesibók til fyrsta er fyrsta bókaheildin í røðini um Hervør og Høgna.

Bókin er ætlað sum gr...

Hervør og Høgni - Arbeiðsbók 1
Hervør og Høgni - Arbeiðsbók 1

Arbeiðsbók 1 hoyrir til ljóðpartin (fyrra part) av lesibókini. Ein opna er í arbeiðsbókini til hvørja síðu í l...

Hervør og Høgni - Arbeiðsbók 2
Hervør og Høgni - Arbeiðsbók 2

Arbeiðsbók 2 hoyrir til tekstpartin (seinna part) av lesibókini. Uppgávur eru í arbeiðsbókini til allar søgur ...

Hervør og Høgni - Lærarabók
Hervør og Høgni - Lærarabók

Í lærarabókini eru gjøgnumgongd og hugskot til allar síðurnar í lesibókini. Har eru eisini svarlisti til arbei...

Bókstavakort
Bókstavakort

Bókstavakortini eru prentað á kartong í A-4 stødd. Hvørt kortið hevur eina mynd úr lesibókini saman við bóksta...

Hugskot og Layout: Hannis Egholm

Ljóðfrøðilig viðgerð: Zakaris Hansen

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017