• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Útgávur

Men lívið lær

Skaldsøga

Men lívið lær
Útgávuár: 2001
ISBN: 978-99918-0-281-7

Hetta er ein skúlaútgáva av skaldsøguni Men lívið lær eftir Heðin Brú. Skaldsøgan er ein virðismikil lýsing av broytingartíðini um aldarskiftið 18. – 19. øld, tá føroyingurin m.a. tveitti av sær bátsbandið og steig úr miðøld út í eina ljósari tíð. Bergljót av Skarði hevur lagt útgávuna til rættis til skúlabrúks, og er hon serliga ætlað miðnámsskúlum og framhaldsdeild fólkaskúlans.

Í innganginum eru nágreinilig brot um høvundin og verk hansara, um søguligar skaldsøgur og um samfelagið um aldaskiftið 1800. Afturat hesum eru orðafrágreiðingar prentaðar saman við tekstinum. Eftir hvørt kapittul og aftast í bókini eru spurningar og uppgávur til skúlabrúks. Bókin er givin út í sambandi við 100 ára føðingardag Heðins Brú. Nýútgávan er partur av bókarøð, har Føroya Skúlabókagrunnur gevur føroyskar klassikarar út sum skúlaútgávur. Frammanundan eru Heiðin hind, tekstasavn, og Stjørnuskaldið undir Varða, savn við tekstum og myndum eftir William Heinesen, komnar út. Glámlýsi, stuttsøgur eftir Regin í Líð, og Fiskimenn eftir Martin Joensen komu út í 2003. Við hesi bókarøð er ætlanin, at skúlin og almenningurin skulu fáa skaldskap eftir høvundar, sum umboða sumt av tí besta, ið er skrivað á føroyskum.

Bókarøð: Annað
Rithøvundar
  • » Heðin Brú
Tilfar:
  • » Bók
Fiskimenn
Fiskimenn

Henda útgávan av skaldsøguni Fiskimonnum er í fyrstu syftu ein skúlaútgáva. Men samstundis er skaldsøgan við i...

Glámlýsi
Glámlýsi

Hetta er ein skúlaútgáva av Glámlýsi eftir Regin í Líð. Á hesari útgávuni eru, umframt tær tríggjar stuttsøgur...

Stjørnuskaldið undir Varða
Stjørnuskaldið undir Varða

Savn við yrkingum, stuttsøgum, greinum og myndum. Flestu tekstirnir í savninum hava ikki áður verið útgivnir á...

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017