• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Útgávur

Mín allarfyrsta Bíblia

Bíbliusøgur endursagdar fyri teim smáu

Mín allarfyrsta Bíblia
Útgávuár: 2005
ISBN: 978-99918-0-385-2

Ein nýggj barnabíblia til tey smærru børnini. Bókin er komin út í samprenti við enska forlagið Lion Publishing.
Í bókini eru 20 lyklasøgur úr Bíbliuni, 10 úr Gamla Testamenti og 10 úr Nýggja Testamenti. Høvundurin hevur verið trúgvur mótvegis upprunatekstinum og hevur hartil fingið moralska og andaliga boðskapin við á ein einfaldan hátt. Teksturin er lættur at lesa. Lítið av teksti er á hvørjari síðu, og ger hetta bókina saman við prýðiligu og livandi myndunum sera væl egnaða til smærru børnini. Myndirnar eru litríkar. Hóast tær eru einfaldar, siga tær greitt sína egnu søgu.

 

Hetta er ein bók, ið vaksin kunnu lesa fyri børnunum. Á skúlahøpi kunnu byrjanarlesararnir lesa hana sjálvir, umframt at nógv tilfar er at tosa um í skúlastovuni. Aftast í bókini er evnisyvirlit við frágreiðingum um, hvar ber til at lesa um ymisku evnini.

Kendur enskur høvundur innan andaligar bókmentir, Lois Rock, hevur endursagt søgurnar til smáu børnini. Hon hevur skrivað meira enn 30 bøkur, ið eru týddar til nógv ymisk mál. Alex Aycliffe hevur myndprýtt bókina. Hon er somuleiðis kendur myndprýðari í Onglandi og hevur vunnið heiðurslønir. Charlotta Thorsteinsson, lærari, hevur týtt bókina úr enskum.

 

 

Bókarøð: Annað
Rithøvundar
  • » Lois Rock
Tilfar:
  • » Bók
Bíbliusøgur
Bíbliusøgur

Søgurnar, sum eru úr bæði Gamla og Nýggja Testamenti, eru rættiliga langar og hóska tí væl at lesa fyri yngri ...

Barnabíblia - 50 bíbliusøgur
Barnabíblia - 50 bíbliusøgur

Føroya Skúlabókagrunnur og Bókadeild Føroya Lærarafelags hava givið bókina út í felag. Á Barnabíbliuni eru 50 ...

Bardagi gudanna
Bardagi gudanna

Onnur bókin í røðini Gamla gudalæra okkara. Á bókini verður sagt frá báðum gudaættunum, ásum og vanum, um bard...

Bíbliusøga fyri tey smáu
Bíbliusøga fyri tey smáu

Á bókini verða líknilsi og frásøgur úr Bíbliuni stutt endursøgd. Bókin er ætlað at nýta í kristni á byrjanarst...

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017