• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Útgávur

Minnisspæl

Spæl

Minnisspæl
Útgávuár: 1999
Bókasavnstal: 79.38

Eitt spæl við djóra- og plantumyndum. Her lærir barnið at hugsavna seg og minnast aftur. Um somu tíð lærir tað náttúruna at kenna. Spælið er vælegnað at spæla heima, kann nýtast í frálæruni í yngstu flokkum fólkaskúlans, í barnagørðum, dagrøkt og frítíðarskúla. Spælið er stimbrandi og mennandi.

Spælið stimbrar eisini málið og minni, og barnið lærir at hugsavna seg. Talan er um sonevnt Educa spæl, sum er spanskt dygdarspæl, ið verður framleitt á óteljandi málum og til heimsmarknaðin. Nú eru fleiri Educa spøl á fyrsta sinni á føroyskum og úr føroyska umhvørvinum. Spølini eru seks í tali, hini eru: Mær dámar at rokna, At skyna á klokku, Øvut, Ord og mynd og Myndaspæl. Spølini eru slitsterk, fittlig og liggja væl í hondunum.

Bókarøð: Grundbók
Tilfar:
  • » Spæl
Orð og mynd
Orð og mynd

Dominospæl, har punturin er tvíbýttur. Á aðrari hálvuni er mynd og á hinari eitt orð. Orð og mynd skulu hóska ...

Øvut
Øvut

Vátt ella turt, opið ella aftur, heitt ella kalt. Hvørt fyribrigdi hevur sín mótsetning. Barnið lærir at skilj...

At skyna á klokku
At skyna á klokku

Á hesum spæli lærir barnið at skyna á klokku og lærir at knýta ymsu tíðirnar á degnum at sínum egnu ítrivum. S...

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017