• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Útgávur

Náttúra og tøkni 2 - Arbeiðsbók

Náttúra og tøkni 2 - Arbeiðsbók
Útgávuár: 2010
ISBN: 978-99918-2-012-5

Arbeiðsbókin til náttúru og tøkni í 5. flokki er ein nýggj utgáva, har nakrar av uppgávunum í arbeiðsbókini frá 2001 eru tiknar við, tær eru tó í flestu førum broyttar eitt sindur. Sólgerð Andreassen hevur gjørt nýggju uppgávurnar og mest sum allar tekningarnar í nýggju bókini.

 

Evnini í arbeiðsbókini fylgja evnunum í næmingabókini, men uppgávurnar eru ikki gjørdar beinleiðis til næmingabókina. Í arbeiðsbókini eru 52 arbeiðsuppgávur, har næmingarnir sjálvir kunnu kanna, eygleiða, gera ymiskar royndir og soleiðis fáa størri innlit í lívsgrundarlagið hjá plantum, djórum og menniskjum, umframt innlit í samspælið millum menniskju og náttúru. Til ber at skriva kanningarúrslit beinleiðis í arbeiðsbókina.

 

Janus Dam Guttesen hevur teknað permuna.

Bókarøð: Arbeiðsbók
Rithøvundar
  • » Sólgerð Andreassen
Tilfar:
  • » Einnýtisbók
Náttúra og tøkni 2 - Næmingabók
Náttúra og tøkni 2 - Næmingabók

Náttúra og tøkni 2 er ætlað til 5. flokk. Hetta er onnur bókin í røðini. Fyrsta bókin kom í 1999, og triðja og...

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2018