• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Útgávur

Nem í triðja - Læraravegleiðing

Nem í triðja - Læraravegleiðing
Útgávuár: 2016
ISBN: 978-99918-2-299-0

Læraravegleiðingin er ætlað læraranum fyri at geva honum yvirlit og stuðla honum, bæði yvirskipað og í dagligu fyrireikingini. Vegleiðingin er í tveimum pørtum, Lesifaklig vegleiðing og Vegleiðing til partarnar.

Læraravegleiðingin til Nem í triðja er býtt í tveir partar. Lesifaklig vegleiðing og Vegleiðing til partarnar.

Í Lesifakligu vegleiðingini er yvirlit yvir bókaheildina, frágreiðing um lærugreinahugsan og lærusjónarmið í Nem í triðja og lýsing av lærugreinini føroyskt.

Í Vegleiðing til partarnar verður víst á, hvussu tekstirnir í bókini kunnu lesast, og greitt verður frá uppgávunum í pørtunum. Harumframt eru góð undirvísingarhugskot – serliga til samvirknu talvuna.

Nem í triðja er í sjey pørtum, og hvør partur leggur dent á okkurt ávíst:

Skógvarnir siga frá leggur dent á munnligu frásøgnina.

Tað grumma leggur dent á grummu søguna – eina søgu við sereyðkennum.

Filmurin kallar snýr seg um filmin sum serstakan miðil, har serligar snildir verða nýttar.

Nýggj vitan leggur dent á at finna nýggja vitan í yrkisbókmentum og á netinum. Faklig lesing.

Í Vit ríma er dentur lagdur á yrkingar og listasniðið í yrkingum.

Orðafjas snýr seg um skapandi orðaspæl.

Høvuðsevnið í Brýr er skaldskapur á mannamunni við serligum denti á sjónarhorn.

Í bókini eru hesi tekstsløg:  Søgur og søgubrot, yrkingar, rím, skjaldur, fólka- og listævintýr, gátur, filmir og myndir

 

Bókarøð: Annað
Rithøvundar
  • » Anne-Mette Hermansen
  • » Inger-Lise Lund
  • » Stina Abildgaard
  • » Susannne Gjessing
  • » Trine Ferdinand
Nem í triðja - Næmingabók
Nem í triðja - Næmingabók

Nem í triðja er bókaheild til føroyskt í 3. flokki. Bókaheildin fevnir um næmingabók, netbók og læraravegleiði...

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017