• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Útgávur

Nem í triðja - Næmingabók

Nem í triðja - Næmingabók
Útgávuár: 2016
ISBN: 978-99918-2-298-3 (pappírsbók) og 978-99918-2-300-3 (netbók)

Nem í triðja er bókaheild til føroyskt í 3. flokki. Bókaheildin fevnir um næmingabók, netbók og læraravegleiðing. Tilfarið er lagað til úr donskum. Gunnvá Dam hevur týtt og tillagað. Næmingabókin er í sjey pørtum,og hvør partur leggur dent á okkurt ávíst. Bókaheildin byggir á eina heildaráskoðan, har næmingurin mennir tulkingarførleikar, samskiftisførleikar og sosialar førleikar. Dentur verður lagdur á fjølbroytna og virkisfýsna undirvísing.

Bókin er í sjey pørtum, og hvør partur leggur dent á okkurt ávíst:

 

  • Skógvarnir siga frá leggur dent á munnligu frásøgnina.
  • Tað grumma leggur dent á grummu søguna – eina søgu við sereyðkennum.
  • Filmurin kallar snýr seg um filmin sum serstakan miðil, har serligar snildir verða nýttar.
  • Nýggj vitan leggur dent á at finna nýggja vitan í yrkisbókmentum og á netinum. Faklig lesing.
  • Í Vit ríma er dentur lagdur á yrkingar og listasniðið í yrkingum.
  • Orðafjas snýr seg um skapandi orðaspæl.
  • Høvuðsevnið í Brýr er skaldskapur á mannamunni við serligum denti á sjónarhorn.

Í bókini eru hesi tekstsløg:  Søgur og søgubrot, yrkingar, rím, skjaldur, fólka- og listævintýr, gátur, filmir og myndir

 

Bókarøð: Annað
Rithøvundar
  • » Anne-Mette Hermansen
  • » Inger-Lise Lund
  • » Stina Abildgaard
  • » Susannne Gjessing
  • » Trine Ferdinand
Nem í triðja - Læraravegleiðing
Nem í triðja - Læraravegleiðing

Læraravegleiðingin er ætlað læraranum fyri at geva honum yvirlit og stuðla honum, bæði yvirskipað og í dagligu...

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017