• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Útgávur

Rokning 1c lærarabók

Støddfrøði til fólkaskúlan

Rokning 1c lærarabók
Útgávuár: 2015
ISBN: 978-99918-2-222-8

Lærarabók til Rokning 1c, sum er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í innskúlingini. Undirvísingarheildin førir næmingin líðandi og trygt inn í arbeiðið við tølum og rokning.

Høvuðspartarnir í ROKNING 1 eru:

  • Grundbók a, b, c og d
  • Lærarabók a, b, c og d
  • Uppgávubók a-b og c-d
  • Avritsmappa
  • Hálvársroyndog heilársroynd
  • Heimasíða: snar.fo/rokning

Evnini ið verða viðgjørd í Rokning 2a eru:

  • Tølini 0–20
  • Pluss og minus við tølunum upp í 20
  • Hagtøl
  • At máta longd
  • Tøl upp í 100
  • Pluss og minus
  • Tíð 

 Bókarøðin ROKNING leggur dent á trý høvuðsøki:

• At arbeiða praktiskt, granskandi og skapandi í fjølbroyttum virksemi

• At laga læringina til hvønn einstakan næming

• Fakligt innihald og stigvísa framtøku

 

Tillagað læring

Kapitlarnir í grundbókini eru skipaðir soleiðis, at miðað verður eftir at laga læringina til næmingar á ólíkum fakligum stigum. Týdningarmesta keldan til tillaging er Lærarabókin.

Til hvørja síðu í grundbókunum eru uppskot um, hvussu undirvísingin kann verða gjørd einfaldari, og hvussu hon kann verða gjørd meiri avbjóðandi hjá teimum næmingum, sum hava tørv á tí. Hetta ger tað lættari hjá læraranum at fremja næmingalagaða undirvísing við dygd og hugdýping í huga.

 

Fakligur greidleiki og umhugsni

ROKNING veitir eina neyva lýsing av málunum í námsætlanini á hvørjum stigi. Tey eru at finna í innganginum til Lærarabókina. Í Lærarabókini stendur somuleiðis, hvørji faklig mál eru tey mest viðkomandi í hvørjum kapitli. Harumframt eru málini neyvari lýst fyri hvørja síðu í grundbókunum.

Tí er lættari at draga fram júst hesi málini, tá ið arbeiðið verður fyrireikað, útint og/ella eftirmett, og tá ið tað verður viðgjørt saman við næmingunum:

• Hvat er tað, vit nú fara at læra? Hvat vita vit um hetta evnið frammanundan?

• Hvørji týðandi faklig evni hava vit lært av hesum virkseminum og hesum uppgávunum?

Bókarøð: Annað
Rithøvundar
  • » Bjørnar Alseth
  • » Ann-Christin Arnås
  • » Henrik Kirkegaard
  • » Mona Røsseland
Rokning 1d - Grundbók
Rokning  1d - Grundbók

Rokning 1d er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í innskúlingini. Undirvísingarheildin førir ...

Rokning 1c - Grundbók
Rokning 1c - Grundbók

Rokning 1c er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í innskúlingini. Undirvísingarheildin førir ...

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017