• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Útgávur

Rokning 3a - Lærarabók

Støddfrøði til fólkaskúlan

Rokning 3a - Lærarabók
Útgávuár: 2016
ISBN: 978-99918-2-325-6

Lærarabók til bókaheildina Rokning 3, sum er til støddfrøði í innskúlingini.

Rokning 3a er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í 3. flokki. Undirvísingarheildin førir næmingin lýðandi og trygt inn í arbeiðið við tølum og rokning.

Høvuðspartarnir í ROKNING 3 eru:

  • Grundbók a, b
  • Lærarabók a, b
  • Uppgávubók
  • Avritsmappa
  • Hálvársroyndog heilársroynd
  • Heimasíða: snar.fo/rokning

Bókarøðin ROKNING leggur dent á trý høvuðsøki:

• At arbeiða praktiskt, granskandi og skapandi í fjølbroyttum virksemi

• At laga læringina til hvønn einstakan næming

• Fakligt innihald og stigvísa framtøku

 

Tillagað læring

Kapitlarnir í grundbókini eru skipaðir soleiðis, at miðað verður eftir at laga læringina til næmingar á ólíkum fakligum stigum. Týdningarmesta keldan til tillaging er Lærarabókin.

Til hvørja síðu í grundbókunum eru uppskot um, hvussu undirvísingin kann verða gjørd einfaldari, og hvussu hon kann verða gjørd meiri avbjóðandi hjá teimum næmingum, sum hava tørv á tí. Hetta ger tað lættari hjá læraranum at fremja næmingalagaða undirvísing

við dygd og hugdýping í huga.

 

Fakligur greidleiki og umhugsni

ROKNING veitir eina neyva lýsing av málunum í námsætlanini á hvørjum stigi. Tey eru at finna í innganginum til Lærarabókina. Í Lærarabókini stendur somuleiðis, hvørji faklig mál eru tey mest viðkomandi í hvørjum kapitli. Harumframt eru málini neyvari lýst fyri hvørja síðu í grundbókunum.

Tí er lættari at draga fram júst hesi málini, tá ið arbeiðið verður fyrireikað, útint og/ella eftirmett, og tá ið tað verður viðgjørt saman við næmingunum:

• Hvat er tað, vit nú fara at læra? Hvat vita vit um hetta evnið frammanundan?

• Hvørji týðandi faklig evni hava vit lært av hesum virkseminum og hesum uppgávunum?

Bókarøð: Annað
Rithøvundar
  • » Bjørnar Alseth
  • » Ann-Christin Arnås
  • » Henrik Kirkegaard
  • » Mona Røsseland
 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017