• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Útgávur

Søga 4, ein søguferð - Næmingabók

Søga 4, ein søguferð - Næmingabók
Útgávuár: 2015
ISBN: 978-99918-2-240-2

Hugtakið ferðing er eitt yvirskipað evni í søgubókini. Ferðing og sambandið við útheimin fylla nógv í flestu kapitlunum í bókini, og gevur tað góðar møguleikar at knýta føroyska søgu upp í norðurlendska og evropiska søgu.

Eitt av endamálunum við hesum evninum er, at næmingurin frá byrjan av skilir føroyska søgu sum partur av eini størri heild. Í bókini eru 7 kapitlar, sum byrja við fyrstu tíðini í Føroyum, nakað er um Føroyingasøgu og søgu annars fram til 1600-1700. Umvegis undranarspurningar og uppgávur verða næmingarnir gjørdir tilvitaðir um sambandið millum søguna og teirra gerandisdag. 

Bókin fæst eisini sum i-bók (netbók). Netbókin er lík pappírsbókini. Síðutøl og uppseting er tann sama. Uppgávur, kort, myndir, ljóð- og filmsbrot eru í netbókini, sum ikki eru at finna í pappírsbókini, tó kunnu allar uppgávur skrivast út. 

Hygg at filmsvegleiðingum, hvussu tú brúkar i-bókina

 

Søluprísur 

Næmingabók 348,-

Læraravegleiðing 598,- 

 

Bókarøð: Annað
Rithøvundar
  • » Erling Isholm
Søga 4, ein søguferð - Læraravegleiðing
Søga 4, ein søguferð - Læraravegleiðing

Læraravegleiðingin til Søga 4, ein søguferð, er ætlað sum eykatilfar til læraran.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2018