• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Útgávur

Søga 5, eitt land í menning - Næmingabók

eitt land í menning

Søga 5, eitt land í menning - Næmingabók
Útgávuár: 2017
ISBN: 978-99918-2-650-9

Menning er eitt yvirskipað evni í søgubókini. Menningin av føroyska samfelagnum fyllir nógv í flestu pørtunum í bókini

 

Bókin er í 9 pørtum, og dentur verður lagdur á at fáa samband millum tað søguliga og gerðandisdagin hjá næmingum í 5. flokki.

Søguklípi leggur dent á at siga frá søguligum brotum um persónar ella hendingar, sum vóru í 17. og 18. øld.

Á ferð við sýslumanninum leggur dent á arbeiðið hjá einum sýslumanni í tíðliga í 19. øld.

Reinur býur leggur dent á at siga frá um menningina, sum fer fram innan rienføri í Havn í 19. øld.

Føroyar gerast fiskivinnusamfelag sigur frá, hvussu fiskivinna hjá føroyingum mentist frá bóndasamfelagnum fram til seinna heimasbardaga.

Føroyar hersettar er um seinna heimsbardaga og nakrar av hendingunum, sum fóru fram krígsárini.

Kvinnur út at arbeiða sigur frá menningini, sum er í samfelagnum eftir kríggið, og hvussu tað var, tá ið kvinnur í stórum tali fóru út um heimið at arbeiða.

Bilar og vegir leggur dent á menningina innan samferðslukervið frá ti, at fyrsti bilurin kom til landið.

Fótbóltur og søga sigur frá um fyrsta fótbóltsfelag í landinum og hvussu fótbóltur er mentur síðan seinast í 19. øld.

Frá telefonlinju til tráðleyst samband leggur dent á søguna um telesamskiftið í Føroyum í 20. og 21. øld.

Bókin kostar 348,- kr.

Bókin fæst eisini sum i-bók (netbók). Netbókin er lík pappírsbókini. Síðutøl og uppseting er tann sama. Uppgávur, kort, myndir, ljóð- og filmsbrot eru í netbókini, sum ikki eru at finna í pappírsbókini, tó kunnu allar uppgávur skrivast út. 

Hygg at filmsvegleiðingum, hvussu tú brúkar i-bókina

 

 

 

Bókarøð: Annað
Rithøvundar
  • » Erling Isholm
 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017