• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Útgávur

Søga okkara 2 - Arbeiðshefti

Arbeiðshefti

Søga okkara 2 - Arbeiðshefti
Útgávuár: 2004
ISBN: 978-99918-0-244-2

ÿtlanin við arbeiðsheftinum er at arbeiða meira við teimum evnum, ið næmingurin hevur verið ígjøgnum í søgubókini. Hvør táttur er skipaður við spurningum og kjak- og verkevnum. Næmingurin finnur beinleiðis svar í bókini til spurningarnar. Spurningarnir eru settir soleiðis, at næmingurin finnur svarini við at arbeiða frameftir í sjálvari søgubókini.

Kjak- og verkevnini leggja upp til, at næmingurin sleppur at virka sjálvstøðugt og royna sítt hugflog einsæris og í bólki. Hugsanin er eisini, at flokkurin í hesum partinum kann vitja søvn, fornminni og onnur støð, ið kunnu hava samband við evnið. Eisini er gjørligt, við støði í drúgva bókmentalistanum aftast í bókini, at arbeiða víðari við ávísum evnum. Arbeiðshefti til Søgu okkara 2 leggur upp til eitt fjølbroytt arbeiðslag, har bæði tørvurin hjá einstaka næminginum og flokkinum verður havdur í huga.

 

Bókarøð: Annað
Rithøvundar
  • » Jens Christian Carlsson
  • » Jørgin M. Árnason við Úlvsá
Tilfar:
  • » Einnýtisbók
Søga okkara 1
Søga okkara 1

Bókin er ætlað at brúka fyrst í miðdeildini. Hon viðger Føroya søgu frá elstu tíðum til út ímóti trúbótini. Af...

Søga okkara 2
Søga okkara 2

Søga okkara 2 eftir Christian Høj í broyttari útgávu. Nýggja tilfarið og dagføringarnar hava Jens Christian Ca...

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2018