• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Útgávur

Stjørnuskaldið undir Varða

Savn við tekstum og myndum eftir William Heinesen

Stjørnuskaldið undir Varða
Útgávuár: 2000
ISBN: 978-99918-0-234-3

Savn við yrkingum, stuttsøgum, greinum og myndum. Flestu tekstirnir í savninum hava ikki áður verið útgivnir á føroyskum. Dentur er lagdur á, at tilfarið umboðar allar tættir í listarliga verki Williams. Tekstirnir eru í fullari longd. Bókin er býtt í trý evni: Fólk og samfelag, Lívgevandi máttur og Tilverufatan. Ritstjórarnir hava skrivað inngang um skaldsliga avrik Williams, og til hvørt evni hava tær skrivað inngang, sum ástøðiliga lýsir tey temu og evni, ið verða viðgjørd í tí bólkinum. Bókin er givin út í sambandi við 100 ára føðingardag William Heinesens.

Stuttsøgurnar hevur Axel Tórgarð týtt, yrkingarnar Gunnar Hoydal og greinirnar Zakaris Svabo Hansen. Til bókina er gjørd plakat, sum kostar kr. 80,- og postkort, sum kosta kr. 7,-.

Bókarøð: Annað
Rithøvundar
  • » William Heinesen
Tilfar:
  • » Bók
Men lívið lær
Men lívið lær

Hetta er ein skúlaútgáva av skaldsøguni Men lívið lær eftir Heðin Brú. Skaldsøgan er ein virðismikil lýsing av...

Kveikt og kannað
Kveikt og kannað

Á innganginum lýsir Hanus Andreassen yrkjaran, kritikaran og málfrøðingin Rikard Long. Bókin, ið er eitt úrval...

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017