Súlubók 1- Sólin sá lás í á
Sólin sá lás í á
Útgávuár: 2008
ISBN: 978-99918-0-987-8
Ætlað at lesa, tá ið næmingarnir hava lært teir fyrstu fimm bókstavirnar: á, l, s, í, ó.
Orðamyndir: sólin, Ása.
Súlubøkurnar eru smáar lesibøkur, ætlaðar til ta fyrstu lesingina. Bókarøðin fylgir bókstavaraðfylgjuni í Súluni
Myndirnar í bókini siga eina søgu, sum prátast kann um.
Teksturin er tilætlað skrivaður við einans teimum fyrstu bókstavunum og kann tí ikki í sær sjálvum siga søguna.
Hann er ætlaður at læra næmingarnar at lesa við at avkoda.
Í tekstinum eru nógvar endurtøkur. Samanlagt kann bókin við orðum og myndum geva næminginum eina góða uppliving av at hava lisið eina bók.
Bøkurnar eru uppruna føroyskar.