SNAR.fo

Súlubók 2 - Sólin sá ís í á

Sólin sá ís í á

Súlubók 2 - Sólin sá ís í á
Útgávuár: 2008
ISBN: 978-99918-0-988-5
Ætlað at lesa, tá ið næmingarnir hava lært teir fyrstu seks bókstavirnar: á, l, s, í, ó, t.
Orðamyndir: sólin, Ása.



Súlubøkurnar eru smáar lesibøkur, ætlaðar til ta fyrstu lesingina. Bókarøðin fylgir bókstavaraðfylgjuni í Súluni.
Myndirnar í bókini siga eina søgu, sum prátast kann um. Teksturin er tilætlað skrivaður við einans teimum fyrstu bókstavunum og kann tí ikki í sær sjálvum siga søguna. Hann er ætlaður at læra næmingarnar at lesa við at avkoda. Í tekstinum eru nógvar endurtøkur. Samanlagt kann bókin við orðum og myndum geva næminginum eina góða uppliving av at hava lisið eina bók.
Bøkurnar eru uppruna føroyskar, Osvald Jacobsen hevur teknað og Gunvør Højgaard hevur skrivað. Hannis Egholm hevur greitt til prentingar, og bøkurnar eru prentaðar hjá Føroyaprent.
Bókarøð: Annað
Rithøvundar
  • » Gunvør Højgaard
 

Tú ert her:

  •  
  • Minka skrift
  • Vaksa skrift
  • Yvirlit
  • Upplestur
  • Prenta
  •  
  • RSS hald
  •  
 
  • Nám
  • Hoyvíksvegi 72
  • tel. 755150
  • fax. 755160
  • snar@snar.fo