SNAR.fo

Vár - Snípubók - 2 fjaðrar

Snípa. 2 fjaðrar

Vár - Snípubók - 2 fjaðrar
Útgávuár: 2004
ISBN: 978-99918-0-359-3
Vár er gul Snípubók, ið er ætlað 1. - 3. flokki. Bókin er ætlað sum ískoyti til lesibókina, og tí eru høvuðspersónarnir í søguni nevndir Hervør og Høgni sum í lesibókini. Søgan er ein fitt lýsing av várinum, har børnini eru úti í urtagarðinum og eygleiða mongu fuglarnar, ið reiðrast har.



Sólrún Michelsen hevur skrivað, og Astrid MacDonald hevur teknað. Hetta er onnur bókin í eini røð av ískoytislesibókum. Tann fyrsta bókin, Morgun, kom út í 2003. Tað serliga við hesum bókunum er, at tær eru prentaðar í tveimum ymiskum útgávum.
Tað serliga við hesum bókunum er, at tær eru prentaðar í tveimum ymiskum útgávum. Onnur løtt lisin við einari fjøður á permuni til næmingar, ið hava heldur ilt við at lesa, og hin miðal løtt við tveimum fjaðrum á permuni til teir næmingar, ið hava lætt við at lesa. Hetta átti at gjørt tað lættari hjá lærarunum at laga undirvísingina til einstaka næmingin, samstundis sum allir næmingar floksins kunnu lesa somu bók á ymiskum torleikastigi.

Snípurøðin
Snípurøðin er eitt samstarv millum Føroya Skúlabókagrunni og Bókadeild Føroya Lærarafelags, har bøkur ætlaðar til lesivenjingingar verða flokkaðar eftir torleikastigi. Tær gulu snípurnar eru ætlaðar 1. - 3. flokki, tær bláu snípurnar 4. - 6. flokki og tær vínreyðu snípurnar 7. flokki og eldri. Á hvørjum liti eru trý torleikastig:

1 fjøður er løtt bók
2 fjaðrar er miðal torfør bók
3 fjaðrar er torfør bók
Bókarøð: Annað
Rithøvundar
  • » Sólrún Michelsen
Tilfar:
  • » Bók

Tilfarið er partur av:

Hervør og Høgni – lesibók til fyrsta er fyrsta - ymiskt eyka
Hervør og Høgni og hini - ymiskt eyka
Hervør og høgni í triðja - ymiskt eyka

Bókaheild

 

Tú ert her:

  •  
  • Minka skrift
  • Vaksa skrift
  • Yvirlit
  • Upplestur
  • Prenta
  •  
  • RSS hald
  •  
 
  • Nám
  • Hoyvíksvegi 72
  • tel. 755150
  • fax. 755160
  • snar@snar.fo