• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Útgávur

Veðurlagsbroytingar

Almenn bók um veðurlagsbroytingar

Veðurlagsbroytingar
Útgávuár: 2011
ISBN: 978-99918-2-099-6

Veðurlagið á jørðini er farið at broytast. Jørðin er hitnað, og vit vita nú við stórari vissu, at tað er av mannaávum. Vit kunnu eisini siga við stórari vissu, at veðurlags¬broytingarnar fara at halda fram og versna í komandi tíðum. Hesar broytingar stava frá tí, at vit menniskju lata nøkur evni út í luftina, tá ið vit brenna olju, kol ella gass og av øðrum virksemi. Hvussu ringar avleiðingarnar verða, er treytað av, um vit klára at avmarka útlátið av hesum skaðiligu evnunum.

Lurta vit eftir serfrøðini, er ógvuliga lítil ivi um álvaran í veðurlagsbroytingunum; men kringvarp og bløð bera ofta tíðindi, sum siga tað øvuga. Tí kann tað vera torført hjá fólki yvirhøvur at meta, hvat er rætt, og hvat er skeivt. Endamálið við hesi bók er tí í fyrsta umfari at geva fólki ta neyðugu vitanina til at skilja veðurlagsbroytingarnar, og hví tær koma. Síðan verður roynt at lýsa, hvussu veðurlagið longu er broytt, og hvat vit hava í væntu tey komandi hundrað árini og meira.

Bókin er ikki ætlað nøkrum serligum bólki. Vónandi kunnu flestøll lesa hana, og vónandi kunnu partar av henni verða brúktir í undirvísingarhøpi; men vitanin um veðurlagið økist støðugt. Eg havi tí roynt at útgreina tey hugtøk og heiti, sum eru neyðug fyri at fólk sjálvi kunnu fylgja við, so hvørt sum nýggj vitan verður tøk.

Bókarøð: Annað
Rithøvundar
  • » Bogi Hansen

Tilfarið er partur av:

Veðurlagsbroytingar
Havið
Havið

Bókarverkið Havið eftir Boga Hansen, havfrøðing, snýr seg um heimshøvini, men fyrst og fremst um tær føroysku ...

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017