SNAR.fo

Vit práta og tekna 2

Vit práta og tekna 2
Útgávuár: 2002
Bókasavnstal: 89.545
ISBN: 978-99918-0-203-9
Vit práta og tekna 2 er komin út í nýggjum og broyttum líki. Hallgerð Hansen, serlærari, hevur skrivað og Janus Dam Guttesen hevur teknað. Bókin er ein liður í einum samlaðum undirvísingartilfari, men kann eisini verða brúkt einsamalt ella sum ískoyti til annað undirvísingartilfar í byrjanarundirvísingini. Vit práta og tekna 2 viðger sjálvljóðini og tvíljóðini.
Tað er gjørt sum eitt arbeiðshefti og ætlanin er, at næmingar við myndum, rímum og stuttum setningum skulu fáa eina fatan av smálutunum í málinum. Eins og í Vit práta og tekna 1 eru teknisøgur at fjølrita til næmingarnar aftast í bókini. Har er eisini ein stutt læraravegleiðing, ið gevur leiðbeining til hvørja síðu í arbeiðsheftinum. Vit práta og tekna bøkurnar eru hentar hjá læraranum at fáa eina hóming av, hvussu búgvið barnið er handaliga, málsliga og at fara at lesa. Her verður prátað, teknað og lurtað eftir ljóðum. Somuleiðis eigur at verða spælt og sungið.
Bókarøð: Annað
Rithøvundar
  • » Hallgerð Hansen
Tilfar:
  • » Einnýtisbók

Bókaheild

 

Tú ert her:

  •  
  • Minka skrift
  • Vaksa skrift
  • Yvirlit
  • Upplestur
  • Prenta
  •  
  • RSS hald
  •  
 
  • Nám
  • Hoyvíksvegi 72
  • tel. 755150
  • fax. 755160
  • snar@snar.fo