Rithøvundafelagið, Norðurlandahúsið og Nám skipa fyri skrivikapping millum allar 9. floks næmingar í landinum.
Flokkar melda til kveikingardagin í seinasta lagi november 2013.
Kveikingardagur verður í Norðurlandahúsinum 24.01.14, har 5 rithøvundar hava verkstovur. Hvør rithøvundur hevur 2 verkstovur á 1½ tíma – allir næmingar fara til 2 ymiskar. Sí tilmeldingarskjal.
Eftir kveikingardagin verða 3-5 føroyskttímar settir av til innleiðandi skriviarbeiði, har lærarin kann vegleiða og geva góð ráð. Annars skal næmingurin skriva sjálvur.
Næmingar lata tekstir inn í seinasta lagi kl. 08.00 tann 17. februar 2014. Teksturin verður sendur digitalt til skrivikapping2014@skulin.fo. Tit kunnu senda fleiri tekstir inn til kappingina, men teir skulu sendast hvør sær.
Allir næmingar í 9. flokki fáa eina stevnu á FirstClass-skriviborðið, sum eitur Skrivikapping 2014. Stevnan verður klár eftir 24. januar 2014, og hon verður latin aftur 17. februar kl. 8.
Tað er eingin treyt, at flokkurin hevur verið við í Norðurlandahúsinum ella havt kreativa skriving á skránni í skúlanum – einhvør næmingur í 9. flokki kann senda tekst inn!
Ein dómsnevnd finnur 4 vinnaratekstir umframt 18-20 tekstir til ein bókling, sum Nám og Bókadeild Føroya Lærarafelags geva út. (Í dómsnevndini verða umboð úr Rithøvundafelagnum, Móðurmálslærarafelagnum, Bókadeild Føroya Lærarafelags og Námi. Nám hevur talurætt/eygleiðarastatus í hesum sambandi).
Virðislønarhandan (og ‘bókaútgáva’ ) á bókadegi í Norðurlandahúsinum 5. apríl 2014.
1. og 2. virðisløn er skriviskeið á Biskops Arnö í Svøríki summarið 2014 við 1250 kr. í lummapengum.
3. og 4. virðisløn er eitt árshald í Bókaklubbanum UNG.
Sí annars faldaran og www.snar.fo/skrivikapping2014.
Ivamál og spurningar kunnu sendast til Rakel Helmsdal, rakel@helmsdal.fo ella Solveig Debess, solveig@nam.fo.