Útbreiðsla: Blettuta hornabrosma er undir Føroyum til Noregs, suður við strondunum í Evropa og inn í Miðjarðarhavið. Hon er eisini í Kattegat og Skagerrak. Er eisini fingin undir Íslandi.
Blettuta hornabrosma, tríhyrnta hornabrosma (hornabrosmuættin)
Gaidropsarus vulgaris (Cloquet, 1824)
Stødd: Blettuta hornabrosma verður upp í 60 cm long. Tann størsta, ið veidd er undir Føroyum, var 45 cm.
Dýpi: Hon er úr fjøruni og út á minst 130 metra dýpi.
Litur: Blettuta hornabrosma er tann ‘reyðasta’ av hornabrosmunum. Um bakið er hon reyð ella reyðbrún. Undir búkinum er hon ljósareyð, laksalitt. Hon hevur stórar, ójavnar, myrka- brúnligar blettir á høvdinum, bulinum og sporlinum, umframt á stertinum, uggafjaðrunum og ryggfjaðrunum.
Teinar: R2 56-64 (61); G 46-52 (49); U 20- 22.
Lýsing: Blettuta hornabrosma er langvaksin og eitt sindur tjúkk. Tvey horn eru við nasagluggarnar, og triðja hornið er finnan á lippuni. Hon hevur tvær ryggfjaðrar. Tann fremra er stutt og lág og stendur í eini foyru á bakinum, og fremsti teinur er eitt vet hægri enn hinir og er styttri enn eygnatvørmátið. Fremra ryggfjøðurin er av nakkanum til umleið yvir hálvar uggafjaðrarnar. Aftara ryggfjøður er høg og long. Hon byrjar beint aftan fyri fremru ryggfjøður og røkkur næstan aftur til stertin. Eina gotfjøður frá stertinum fram um hálvan fiskin. Uggafjaðrarnar eru rættiliga stórar og rundar. Búkfjaðrarnar eru smáar, men næstfremstu teinarnir eru væl longri enn hinir. Sterturin er heldur stórur og væl rundaður.
Høvdið er breitt og heldur stórligt. Kjafturin er stórur og kemur langt aftur um eyguni. Strikan er nógv bogin yvir uggafjøðurini.
Eyðkenni: Tvey horn og finna. Longdin á fremsta teini í fremru ryggfjøðurini. Tann reydligi liturin. Myrkabrúnligu blettirnir á høvdinum, fjaðrunum og bakinum.
Týdningur: Blettuta hornabrosma hevur ikki vinnuligan týdning.
da: Tretrådet havkvabbe, en: Three bearded rockling, fr: Motelle commune, ís: Blettabyrfill, no: Tretrådet tangbrosme, tý: Dreibärtelige Seequappe