Útbreiðsla: Brugda er úr Barentshavinum fram við strondum Evropa til Suðurspania og inn í Miðjarðarhavið. Undir Íslandi til Bretsku Oyggjarnar. Sæst onkuntíð við Grønland. Er eisini við eysturstrond Norðuramerika og við Vesturafrika, Suðurafrika og í Kyrrahavinum. Vanlig undir Føroyum, bæði inni við land og á víðum havi.
Brugda (brugduættin), brugða
Cetorhinusmaximus (Gunnerus, 1765)
Stødd: Brugda er vanliga um 6-10 metrar til longdar. Hon verður tó í mesta lagi 12 m, møguliga 15 m. Hon er størsti fiskur í føroyskum sjógvi og heimsins næststørsti fiskur.
Dýpi: Brugda er bæði botnfiskur og uppsjóvarfiskur. Hon er úr vatnskorpuni niður á 600 metra dýpi.
Litur: Brugda er grábrún og svørt á bakinum, ljósari undir búkinum. Hon hevur ljósar blettir undir øsinum og undir búkinum.
Lýsing: Hon er tjúkkast um miðjuna, smalkar báðar vegir. Hon er trivalig í útsjónd. Brugda hevur tvær ryggfjaðrar, tann fremra er tríhyrnt og stór, hin aftara er lítil. Gotfjøðurin er til støddar sum aftara ryggfjøður og situr undir henni, heldur aftari. Hesar tríggjar fjarðarnar eru spískar aftureftir. Brugda hevur fimm stórar táknarivur ovast av nakkanum og heilt inn undir øsið. Kjalir eru báðumegin á klingruni. Hon hevur stóran kjaft og smáar tenn. Brugdan livir av at síla æti.
Eyðkenni: Vaksin brugda kennist kanska best á støddini. Tær longu táknarivurnar eru góð ábending um brugdu. Sæst ofta í vatnskorpuni um summarið, og tá sæst, umframt ryggfjøðurina, ofta eisini ovari stertaendi stinga upp úr sjónum.
Týdningur: Brugda hevur stóra livur við nógvum lýsi. Hon hevur tí verið rættiliga nógv veidd. Hon kemur onkuntíð í trol og gørn og ger tá skaða á seg sjálva og á reiðskapin.
da: Brugde, en: Basking shark, fr: Requin pèlerin, ís: Beinhákarl, no: Brugde, tý: Riesenhai
MakrelhávarLamniformes
Makrelhávarnir er ein heldur lítil, men rættuliga fjølbroyttur hópur av hávum við 7 ættum, 10 slektum og 15 sløgum.
Við Føroyar eru 3 ættir, við einum slagi í part:
- Revahávaættin (Alopiidae)
- Brugduættin (Cetorhinidae)
- Hemaraættin (Lamnidae)
Hetta eru stórir hávar, við tveimum píkaleysum ryggfjaðrum og einari gotfjøður.
Teir hava fimm táknarivur, hava ikki eygnalok, og teir hava stóran kjaft, ið røkkur
aftur um eyguni. Teir flestu hava andahol.
Teir eru bæði nær landi og langt til havs.