Útbreiðsla: Grønlandstussi er sjáldsamur fiskur. Hann er fingin sunnanfyri í føroyskum sjógvi. Hann er eisini fingin úti fyri Noregi, Grønlandi og Íslandi, við Asoroyggjarnar, Nova Scotia, Bermuda, Surinam og Vesturafrika. Í Kyrrahavinum er hann úti fyri Japan og Teivan til Nýsælands, og er eisini í Indiahavinum.
Grønlandstussi (grønlandstussaættin)
Himantolophus groenlandicus
Reinhardt, 1837
Stødd: Kvennfiskar verða upp í 60 cm langir. Kallfiskar verða ikki longri enn 4 cm. Mátini eru standardmát. Kallfiskar eru ikki sæddir at vera fastgrónir uppi á kvennfiskunum og mugu tí metast at vera fríttsvimjandi.
Dýpi: Grønlandstussi er úr 100 metrum niður á 830 metrar, helst eisini djúpari.
Litur: Hann er grásvartur.
Lýsing: Kropsskapið er flatt og nærum eins høgt og langt. Eina ryggfjøður hevur hann aftast móti klingruni. Eina gotfjøður hevur hann beint undir ryggfjøðurini. Báðar hava fýra grovar teinar og eru eins til støddar. Uggafjaðrarnar eru smáar og eru mitt á síðunum og ongar búkfjaðrar. Táknaopini eru beint aftan fyri uggafjaðrarnar. Sterturin hevur seks grovar teinar. Ein høg og tjúkk mastur stendur upp úr enninum, mitt millum tey smáu eyguni. Masturin er um 50% av standardlongdini. Stórur skúvur er ovast á mastrini. Grønlandstussi hevur stórt høvd og stóran kjaft. Á kroppinum eru nakrir knubbutir vøkstir, líkir gjari. Tveir nakað spískir píkar standa upp úr enninum oman fyri eyguni. Eftir bakinum eru nakrir spískir naddar.
Eyðkenni: Runda skapið. Stongin og skúvurin upp úr enninum.
Týdningur: Hann hevur ikki vinnuligan týdning.
da: Reinhardts fakkelangler, en: Atlantic footballfish, ís: Lúsifer